Sigursmál hjá Andriasi var kolldømt av VAR í yvirtíðini

Hellas Verona fekk bara eitt stig í heimadystinum móti Lecce

Mynd: Hellas Verona

Skuldu Andrias Edmundsson og liðfelagarnir í Hellas Verona nærkast Lecce á fjórðaftasta plássinum í italsku Seriu A, so kravdi tað ein sigur á Lecce á heimavøllinum, Stadio Marc'Antonio Bentegodi leikvøllinum.

 

Støðan var 0-0, tá Andrias í 94. minutti helt, at hann við einum stútara hevði lagt Hellas Verona á odda 1-0. Men ólukkutíð var støðan eftirmett av VAR, og tað kostaði Hellas Verona tvey dýrabær stig. VAR staðfesti, at fríspark var gjørt áðrenn bólturin kom inn í brotsteigin. Ræðuliga harmiligt fyri Andrias og hansara liðfelagar.

 

Hevði málið verið viðurkent, so hevði Andrias skrivað søgu sum fyrsti føroyski málskjúttin í Seriu A. 

 

Andrias fær aftur góð ummæli hesaferð. Frá Soccerstand fær hann karakterin 7,4, og frá Sofascore fær hann karakterin 7,1 (av 10 møguligum).

 

Hellas Verona er næstaftast í deildini við 19 stigum. Teir hava 10 stig upp til Lecce, ið er á fjórðaftasta plássinum, ið gevur eitt nýtt kappingarár í deildini.

 

Hevði Hellas Verona vunnið 1-0 høvdu teir havt 21 stig, og Lecce hevði havt 28 stig.

 

Nú eru bert fýra umfør eftir at leika í deildini. Sunnudagin 3. mai klokkan 17 spælir Hellas Verona dyst á útivølli móti Juventus. 

 

 

 

Mynd: Hellas Verona