VIDEO: Málið hjá Andriasi sum ikki var viðurkent

(Video) Her ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Hellas Verona-Lecce 0-0

Skuldu Andrias Edmundsson og liðfelagarnir í Hellas Verona nærkast Lecce á fjórðaftasta plássinum í italsku Seriu A, so kravdi tað ein sigur á Lecce á heimavøllinum, Stadio Marc'Antonio Bentegodi leikvøllinum.

 

Støðan var 0-0, tá Andrias í 94. minutti helt, at hann við einum stútara hevði lagt Hellas Verona á odda 1-0. Men ólukkutíð var støðan eftirmett av VAR, og tað kostaði Hellas Verona tvey dýrabær stig. 

 

HER eru hæddarpunktini frá dystinum Hellas Verona-Lecce 0-0:

 

##med2##