Silkeborg rennur undan botnstríðnum

Uppflytararnir hava nú 10 stig, sum eru seks fleiri enn FC Midtjylland, sum saman við Randers, liggja til niðurflyting í løtuni.

Silkeborg spældi javnleik 1-1 á heimavølli móti Sønderjyske. Gestirnir komu á odda í fyrra hálvleiki, tá Anders Østli var á blettinum. Fimm minuttir undan steðginum javnaði Peter Degn fyri heimaliðið.

Christian Lamhauge Holst var miðvallari í høgru, og varð útskiftur, tá eitt korter restaði í av dystinum.

 

Úrslitini í SAS-liguni um vikuskiftið:

 

OB ? FC København 1-1

0-1: Martin Vingaard

1-1: Peter Utaka

 

FC Midtjylland ? FC Nordsjælland 0-2

0-1: Nicki Bille Nielsen

0-2: Rawez Lawan

 

Silkeborg ? SønderjyskE 1-1

0-1: Anders Østli

1-1: Peter Degn

 

Esbjerg ? HB Koge 2-2

1-0: Tim Janssen

1-1: Ake

2-1: Nikolai Høgh

2-2: Ake

3-2: Jesper Lange

 

Brøndby fær vitjan av AGF í kvøld. Tann dysturin byrjar klokkan 17.00 føroyska tíð.

Í morgin vitjar AaB hjá Randers

 

1. AGF, 17 stig

2. AaB, 15 stig

3. OB, 15 stig

4. Esbjerg, 14 stig

5. FC København, 12 stig

6. Brøndby, 11 stig

7. FC Nordsjælland, 11 stig

8. Silkeborg, 10 stig

9. SønderjyskE, 8 stig

10. HB Køge, 5 stig

11. FC Midtjylland, 4 stig

12. Randers, 1 stig