Silvurkrónurnar eru á dagsskrá

ÍF rennur undan EB/Streymi og B36 heldur enn aftaná HB

Fuglfirðingar eru stórfavorittar seinnapartin, tá ið 07Vestur kemur at vitja. Mikukvøldið tapti vágaliðið 1-0 á heimavølli ímóti Víkingi. Nú tað resta fimm umfør er bjargingin átta stig burtur, og harvið hevur 07Vestur knívin rættuliga á barkanum.

Eftir at tað leingi hevur gingið sera væl, datt tað heilt saman hjá ÍF, tá ið fuglfirðingar fyri viku síðani vitjaðu við Margáir og vórðu sendir til hús aftur við 5-0 tapi.

Úrslitini seinastu vikuna hava lagað seg soleiðis, at EB/Streymur og B36 nú bara eru trý stig aftanfyri ÍF. Tað eru fimm stig fram til HB, sum eigur dystin ímóti AB til góða. Tí snýr tað seg hjá ÍF í fyrsta lagi um at halda kappingarneytarnar til silvurmerkini aftanfyri seg, áðrenn tað verður hugsað um at fáa fatur á gullkrónunum.

ÍF og 07Vestur hava dystast tvær ferðir fyrr í ár, og í báðum førum – í 3. umfari í Fuglafirði og í 12. umfari í Sørvági – vunnu fuglfirðingar 3-1.