Oyggjauppgerðin í Fuglafirði, har ÍF seinnapartin fær vitjan av NSÍ, snýr seg fyrst og fremst um silvurkrónurnar og bronsukrónurnar. Men tað sigur seg sjálvt, at tað eisini í Gundadali fer at verða fylgt væl við gongdini í Fløtugerði, tí um ÍF ikki vinnur fulla úrtøku í dag, so ber tað við sær, at HB verður meistari uttan mun til, hvat úrslitið verður í Gundadali.
ÍF er einasti kappingarneytin hjá HB, og hjá fuglfirðingum snýr tað seg um at vinna fulla úrtøku hvørja ferð. Fokus er at verja silvurplássið, og dreymurin um FM verður mettur sum eykavinningur.
Avbjóðingin hesa ferð er ivaleysa stór hjá fuglfirðingum, NSÍ er á bronsuplássinum, og síðani 3-2 tapið í Gundadali ólavsøkudag ímóti HB hevur NSÍ ikki tapt. NSÍ er støðugt klatrað fram á støðutalvuni, og nú er tað upp til teir í Runavík sjálvar at gera av, um teir í hvussu so er vinna bronsukrónurnar. Møguleikin fyri at vinna silvurkrónurnar er treytaður av, at NSÍ vinnur fulla úrtøku bæði ímóti ÍF og HB, og at ÍF ikki í síðsta umfari vinnur fulla úrtøku á heimavølli ímóti B36.
Hjá ÍF er Bartal Eliasen tøkur aftur eftir leikbann. Eftir skaðasteðg í fleiri vikur hevur Jákup Mikkelsen verið á vøllinum aftur í hesi vikuni, og tað kann væl vera, at hann verður millum stólparnar ímóti NSÍ. Hjá ÍF hava Hallgrím G. Hansen og Ari Ó. Ellingsgaard verið á ferð í Týsklandi við U21 landsliðnum.
Hjá NSÍ er Jens Joensen tøkur aftur eftir leikbann, og Jann Martin Mortensen er tøkur aftur, eftir at hann seinast var uttanfyri orsaka av skaða.
Árni Frederiksberg, Pól Jóhannus Justinussen, Klæmint A. Olsen og Kristian Joensen hava verið burtur frá venjingunum í landsliðsørindum. Meinhard Olsen hevur verið á besta liðnum fimm ferðir fyrr í ár, er í Georgia við U17 landsliðnum.
ÍF-NSÍ: Páll Augustinussen kl. 15.00.