Kristoffer Kvistgaard var farna kappingarár høvuðsvenjari hjá ÍF, sum endaði á fimta pláss í næstbestu deildini, og eisini í 2026 verður 35 ára gamli danski venjarin, sum í 2023 og 2024 var í Klaksvík venjari í Fløtugerði.
Aftrat sær fer hann av hava Sjúrð Peteren, sum er hjálparvenjari, og Gunnar Hjelm, sum er fysiskur venjari.
Í kvøld boðar ÍF frá, at ein venjari aftrat verður knýttur at besta liðnum, og hann er gamal kenningur í Fløtugerði – bæði sum spælari og venjari.
Talan er um Símun Eliasen, sum vaks upp í ÍF, har hann í nógv ár var á besta liðnum. Í 2016 var hann venjari í Fuglafirði, og síðani hevur hann verið venjari Í B36 og HB, hjá kvinnuliðnum EBS/Skála og í 2023 var hann á Argjum.
ÍF skrivar soleiðis í kvøld:
Vit kunnu í kvøld kunngera, at nýggjur maður er lagdur afturat venjaratoyminum hjá besta mansliðnum, saman við Kristoffer, Sjúrði og Gunnari. Er hann nevndur, er hann kendur. Talan er um fuglfirðingin og gjógvarámannin, Símun Eliasen.
Símun hevur drúgvar royndir, bæði sum leikari og venjari. Seinast hann var at síggja á síðulinjuni í bestu deildini, var í 2023 fyri AB. Símun hevur áður verði venjari hjá ÍF í tveimum umførum, tað var í ávíkavist 2011 og 2016.
Hjartaliga vælkomin heim til Fløtugerði, Símun, og blíðan byr til kappingarárið 2026.
Og vit kunnu leggja aftrat, at fyri stuttum boðaði ÍF frá, at Súni Olsen er nýggjur høvuðsungdómsvenjari.











