D-A-D á pall á Viðareiði

Norð Festivalurin kann nú avdúka, at kendi danski rokkbólkurin D-A-D verður eitt av høvuðsnøvnunum á festivalinum hin 29. august 2026

 

- Vit fegnast um, at tað hevur eydnast okkum at fáa eitt so stórt navn sum D-A-D á festivalin

Í summar verður møguleiki at hoyra kenda danska rokkbólkin D-A-D í náttúruvakra umhvørvinum á Viðareiði.

 

- Festivalgestirnir kunnu gleða seg til at hoyra stórhitt sum Sleeping My Day Away og Laugh ’n’ a ½ á Norð Festivalinum 2026. 

 

Fyrireikararnir av Norð Festivalinum vita at siga, at D-A-D í fjør hátíðarhelt 40 ára stovningardag.

 

Í ár hevur bólkurin verið á konsertferð í Danmark og kring Evropa, har teir bæði spældu nýggj løg og góðu gomlu klassikararnar, og formurin hjá bólkinum er í toppi.

 

- Vit fegnast um, at tað hevur eydnast okkum at fáa eitt so stórt navn sum D-A-D á festivalin. 

 

Tað sigur Jógvan Heinesen, fyriskipari av Norð Festivalinum.

 

- Hetta er ein bólkur, sum flestu føroyingar kenna, og vit vænta okkum eina framførslu, sum fer at fáa alt festivaløkið at kóka, sigur fyriskiparin.

 

Forsølan til festivalin er byrjað, og næstu tíðina fer festivalurin at kunngera fleiri nøvn, sum kunnu upplivast Norð Festivalinum hin 29. august 2026.

 

- Vit fegnast um, at tað hevur eydnast okkum at fáa eitt so stórt navn sum D-A-D á festivalin