Sirið: Fólkatingið hevur einki við Oyggjaleikirnar at gera

Landsstýriskvinnan í uttanríkis- og mentamálum alt annað enn fagnar tíðindunum um, at danska fólkatingið játtar pengar at fíggja Oyggjaleikirnar í Føroyum í 2027.

Tað skrivar Dimmalætting.

 

Sirið Stenberg er forkvinna í Tjóðveldi og landsstýriskvinna í uttanríkis – og mentamálum.

 

Hon sigur soleiðis, nú Anna Falkenberg, fólkatingskvinna fyri Sambandsflokkin, so fegin ber tíðindini um, at tað er partur av fíggjarlógarsemjuni í Danmark, at 2,5 milliónir eru játtaðar til Oyggjaleikirnar í Føroyum:

 

– Hetta líkist ongum!

 

– Tá ið avgjørt var, at oyggjaleikir skulu vera í Føroyum játtaði løgtingið ta upphæddina, sum tey søgdu leikirnir kostaðu. Hvørja krónu!

 

– Oyggjaleikir og mentanarpolitikkur, hevur onki við fólkatingið at gera. At føroysk fólkatingsumboð reypa av hesum er skammuligt.

 

– Alt kann ikki vera til sølu, sigur hon.

 

Harvið er Sirið Stenberg samd við Tórbjørn Jacobsen borgarstjóa í Runavíkar kommunu, sum fyrr í dag gav ilt av sær um hetta sama.

 

https://dimma.fo/grein/hetta-er-national-skomm