Tíðindaskriv:
Jól og jólasálmar gleðast vit um á hvørjum ári, men tað er ikki á hvørjum degi, at tú fært eitt 98 ára gamalt frásøgufólk at hava jólahugleiðingar í einum sofapráti – í kirkjuni ...
Vælkomin í Skála kirkju sunnukvøldið 7. desember kl. 18
Afturvendandi tiltakið “Vit syngja jólini inn í Skála kirkju” verður fyri 14. ferð sunnukvøldið 7. desember kl. 18.
Góðir, kendir jólasálmar verða sungnir við fjølbroyttum, lokalum undirspæli afturvið.
Eisini fer 98 ára gamla Palma Dal-Kristiansen, yngst av 13 systkjum, sum er fødd og uppvaksin á Skála, at hava jólahugleiðingar.
Hetta verður skipað sum eitt “sofa-prát” við kirkjuráðsformannin, Asbjørn Mikkelsen.
Løtan endar við drekkamunni og rísalamangi í kirkjukjallaranum.
Hjartaliga vælkomin til hetta jólaliga tiltak, sum sjálvandi er ókeypis.










