Finnleif Guttesen
Tvøroyri
LÍV hugsjónin er (var), at alt rakstraravlopið skal skiftast millum tey tryggjaðu, ið eru eigararnir, og verða útgoldið, tá ið tryggingartíðin er liðin.
Tí má svarið nokk blíva eitt ja. Tí við at ognartaka LÍV hava 32 tinglimir »stolið« ræðisrattin yvir milliardir av krónum hjá tryggingartakaranum.
Partafelag , eitt minus fyri tryggingartakaran
Tað er próvfast, at tað kann kosta tryggingartakaranum fleiri hundrað túsunda krónur, tá ið pensiónskassar eru partafeløg. Um tú rindar 2000 krónur inn um mánaðin í 40 ár, kann tað geva ein mun uppá 735.000 krónur í endapensión.
Orsøkin til hetta er sjálvsagt tí, at partaeigararnir skulu hava vinning av sínum partabrøvum og sum tingfólk vita, so liggja Íslendingar framvið og tað er nokk ikki uttan orsøk.
Neyð ger so mangan tjóv
Flest allir tinglimir kalla seg kristnar og vita sjálvsagt, at sjeynda boð sigur: tú mást ikki stjala.
»Tit skulu ikki taka frá næsta tykkara pengar ella ognarlutir hansara, og ikki heldur draga teir undir tykkum, við følskum vørum ella øðrum sviki«.
Fyri at fáa syndafyrigeving ætla teir at geva tryggingartakaranum helvtina av stolnu ognunum aftur, so at stuldurin skal glíða betur niður.
Somuleiðis er tað fleiri tinglimir, íð siga seg vera sosialt áhugaðir, men við at ognartaka LÍV skerja teir tað sindrið, ið tey lágløntu hava spart upp í LÍV.
Men sum orðatakið sigur: neyð ger so mangan tjóv.