Sjúklig mentannaráskoðan

Tað kann ikki fara aftur við borðinum, at onkur ónevndur (hesaferð torir viðkomandi ikki eingong at seta dulnevnið undur) í oddagreinini í Dimmuni tann 19 sept. 2000, fer so við mentafólkinum í Føroyum.

Eftir at hava lisið oddagreinina, er ongin ivi um, at hesin/hendan hvørki hevur skil fyri mentan ella hvussu tað nú einaferð gongur fyri seg, tá ið sjálv skriviprossesin ferð fram.

Tað er nú einaferð so við mentan sum við øllum øðrum, at summi hava betur skil fyri hesum enn onnur. Tá ber ikki til at spyrja ein bakara, hvussu siglast skal út á Føroya Bankan, og soleiðis er eisini innan listaheimin, summi hava betur ættarsans enn onnur, sjálvt um tað finnast fólk, sum halda seg hava betur skil enn tey hava.

Og so hetta evindaliga jabbið um, at rithøvundar skulu vera fátækir sum kirkjurottan fyri at fáa nakað sum helst á skaftið. Tað er tað býttasta, sum sigast kann. At tey listarligu evnini blóma, tess meir ólukkuligur mann er, er nakað tvætl, tí um onkur brúkar síni listarligu evni til terapi, manglar áhugin fyri listini sum arbeiði. Hvussu við Jostein Gaarder, Peter Høeg, Stephen King, Per Kirkeby, George Michael? Eru teir minni listaliga begávaðir, tí at teir eiga nakrar milliónir á bankabók? Nei, tað vildi eg ikki meint. Mann kann ikki koyra allar sjangur, listagreinir og listarlig rák í ein sekk. Sjangrur eru so ymiskar. Tað finnast triviellar sjangrubøkur, so sum cowboybøkur, Morten Korch, Jane Aamund og eksperimenterandi sjangrur, so sum surrealisman, modernisman og postmodernisman. Tað eru eisini ymisk mørk innan aðrar listagreinar og so sanniliga innan listarlig rák eisini, sum ikki kunnu koyrast í ein kassa. Fyri at gera hetta nemmari at skilja, so er tað tað sama sum at siga, at Uni Arge er Føroya besti fótbólsleikari. Nemliga, tað ber heldur ikki til. Tað kann vera, at hann er Føroya besti framherji. Hann er í hvussu so er ikki Føroya besti bakkur, ella málmaður.

List er ikki ein kapping um, hvør er fátakastur, hvør hevur mest sinnisligar trupulleikar at dragast við, og hvør, ið sigur minst (sigur minst; tað er sum ein svenskari einaferð segði við meg. ?Tað er sum føroyingar fáa pengar fyri at halda kjaft?). Nei, tað er um nakað heilt annað! Í mínum føri er tað, hvussu føroyskar bókmentir kunnu mennast, so at tær kunnu metast javnt við bókmentir í øðrum londum. Og fyri at hetta nøkulunda kann lata seg gera, mugu rithøvundar onkursvegna verða løntir, tí pengar skulu á borðið til akkurát tey somu tingini, sum onnur brúka pengar til. Er veruliga tann áskoðanin í Føroyum enn, at fátækari ein listamaður er, og størri pirru hann hevur á sálini, betri verður listin, so má okkurt elementert gerast fyri at broyta hesa áskoðan. Og um viðkomandi, ið hevur skrivað oddagreinina heldur, at rithøvundar fáa nakað sum helst fyri tað, sum skúlarnir brúka sum undirvísingartilfar, ja, so má viðkomandi stórliga hugsa seg um, ella í besta føri spyrja onkran rithøvund. Eg kann í hvussu so er siga fyri mítt viðkomandi, at eg í ár havi fortjent uml. 55.000 krónur fyri mítt listarliga ískoyti, og tá havi eg fingið M. A. Jacobsen virðislønina omaná. Hetta er metár hjá mær. So spyrji eg bara; hvussu nógv smør, og hvussu nógva leigu kann eg gjalda fyri hasar pengarnar? Ikki tað stóra. Og tískil má eg hava okkurt annað arbeiði fyri at yvirliva. Við hesum er nærliggjandi at spyrja; hvat nú um summi blaðfólk á Dimmu vórðu noydd at fáa sær arbeiði í einum barnagarði, tí at tey ikki fingu nóg nógvar pengar fyri sítt yrki? Nei eg veit ikki. Tað kann eisini vera, at eg eri alt ov lukkuligur til at skilja sovorði møsn og vass.

PS: Til Betau: Um Zacharias Wang ikki kann brúka hátíðarhaldið í Sjónleikarhúsinum til ?politiskt propaganda?, tá ið hann nú einaferð hevur skrivað eina politiska bók, so kann blaðfólkið á Dimmuni heldur ikki brúka sítt blað til at niðurgera føroysk listafólk á so lágum støði.


Navn: Oddfríður Marni (ikki Marner)Rasmussen

Dulnevni: Ein virðisløntur mentunnarpávi