Sparingar
? Nú eru sjúklingarnir einaferð enn tiknir til gísla á Landssjúkrahúsinum.
Tað er niðurstøðan hjá løgtingsmanninum , Andreas Petersen eftir seinasta sparitiltakið hjá Landssjúkrahúsinum.
Andreas Petersen er eisini kommunulækni, men er júst farin í farloyvi fyri at løgtingsmaður burturav.
Og hann er rættiliga ørkymlaður og irriteraður av teimum nýggjastu sparitilktøkunum hjá Landssjúkrahúsinum, tí hetta eru tiltøk, sum beinleiðis raka sjúklingarnar.
Hann vísir á, at nú um dagarnar hava allir kommunulæknarnir fingið skrivlig boð frá Landssjúkrahúsinum um at halda aftur við at leggja sjúklingar inn á Landssjúkrahúsið. Í sama viðfangi verða kommunulæknarnir bidnir um at vísa forstáilsi fyri at sjúklingarnir verða skjótt útskrivaðir aftur.
Andreas Petersen leggur dent á, at her er ikki talan um sjúklingar, sum hava bráðneyðuga viðgerð fyri neyðini, tí teir eru altíð komnir í viðgerð uttan nakað og tað sleppa teir eisini, hóast Landssjúkrahúsið nú hevur sent kommunulæknunum hesi boðini, so har er ongin trupulleiki. Í so máta kann hetta ikki kallast óforsvarligt, tó at tað er eitt bakkast fyri tey,sum bíða eftir viðgerð.
?Tað eru tær tilrættisløgdu viðgerðir, sum verða útsettar av hesi orsøk.
Men brævið merkir, at er talan um vanligar sjúkur, har viðgerð kann bíða, skulu kommunulæknarnir hugsa seg tvær ferðir um, áðrenn teir leggja sjúklingar inn á Landssjúkrahúsið.
Tað merkir eisini, at sjúklingar fara at vera útskrivaðir aftur skjótari, enn teir annars plaga at vera og tað merkir, at kommunulæknarnir mugu vera til reiðar at átaka sær tað eyka arbeiði, sum stendst av tí.
Sparingar í bestu tíðum
Tá ið orðaskiftið var um fíggjarlógina í tinginum mikudagion, duldi Andreas Petersen ikki fyri, at tað var bæði ørkymlandi og tvørligt at fáa slík boð frá Landssjúkrahúsinum júst nú.
? Vit skilja øll at tað kann vera neyðugt at avmarka virksemið á Landssjúkrahúsinum um summarið, tá ið nógv starvsfólk eru í summarfrí og orkan er á jólum og um árskiftið, tá ið nógvir frídagar eru og fólk annars helst ikki vilja leggjast inn kortini, uttan at tað er heilt neyðugt.
? Men hendan tíðin, frá september og til jólar og mánaðirnir eftir jól, til summarferian byrjar, plagar at vera tann virknasta tíðin á Landssjúkrahúsinum, har vit í stóran mun plaga at arbeiða bíðilistarnar undan.
? Tí er tað ógvuliga ørkymlandi, at Landssjúkrahúsið eisini skrúvar fyri, nú tað annars kuldi verið tann virknasta tíðin.
? Samstundis er tað ómetaliga trupult at verja, at vit fara soleiðis við sjúklingunum í eini tíð, har samfelagið ongantíð hevur verið betri fyri fíggjarliga, enn tað sama. Hann sigur, at tá ið slíkt kemur fyri í bestu búskaparligum tíðum, kunnu vit stúra fyri, hvat fer at henda, tá ið tíðinrar fara at versna aftur.
Hann leggur afturat, at hóast virksemið er avmarkað um summarið og um ársskiftið, er hetta nakað nýtt, at vit eisini skulu spara mitt um heystið, tá ið vit annars plaga at fáa rættiliga nógv frá hondini.
Andreas Petersen heldur ikki at tað ber til at hava eitt høvuðssjúkrahús, sum alla tíðina avmarkar virksemið og í hansara hugaheimi eru tað aftur sjúklingarnir , sum verða tiknir til gísla fyri at spara.
Hann sigur at í summum førum eru bíðilistarnir rættiliga langir til ymsar viðgerðir, í summum førum eru teir eitt heilt ár og at tað er onki at ivast í, at hetta nýggja sparitiltakið fer at føra til enn longri bíðilistar, tí nú koma sjúklingar, sum bíða eftir viðgerð, at bíða enn longri.
? Løgtingið hevur júst eitt uppskot til viðgerðar um at játta 12 milliónir meiri til Landsjúkrahúsið.
Men talan er ikki um at játta meiri til sjálvan raksturin, so at vit fáa fleiri fólk í viðgerð og tað er eitt vónbrot. Talan er tvørturímóti um at játta seks milliónir til eitt ravmagnsgeri og 12 milliónir til byggingina, og hóast hetta uttan nakran iva er neyðugt, gagnar hetta ikki sjúklingunum, sum bíða eftir viðgerð og tí hevði eg vónað, at meiri eisini varð játtað til raksturin, sigur Andreas Petersen.
Hann sigur, at hetta er ein afturvendandi trupulleiki, bæði hjá okkum og aðrastaðni, at bíðilistarnir longjast og longjast, uttan at okran á sjúkrahúsinum økist tilsvarandi.
?Men at vit so harafturat skulu beinleiðis avmarka virksemið við at halda aftur at leggja sjúklingar inn, er negativa ávirkanin á bíðilistarnar enn verri.
Hann spyr eisini, hvussu tað ber til, at Landssjúkrahúsið fer eftir ferð kemur í ta støðu, at tað verður neyðugt at repa seglini tá ið tað líður út á árið fyri at fáa játtanirnar at halda.
?Hetta skapar ótryggleika og vit mugu spyrja, hví tað ikki ber til at stýra Landssjúkrahúsinum betri enn so fíggjarliga, so at vit sleppa undan hesum sparitiltøkunum á hvørjum ári.
Tað eydnaðist ikki at fáa eina viðmerking frá Landssjúkrahúsinum, tí hvørki Poul Geert Hansen, leiðari á landssjúkrahúsinum, ella Anne Grethe Mikkelsen, læknastjóri, vóru at hitta áðrenn evstamark.
Les eisini greinina ?Nú skal okkurt henda á Landssjúkrahúsinum?