Sjúkrahúslógin verður ikki løgd fyri Løgtingið

Bara fólk, sum kenna seg trygg og hava álit á, at tey verða hoyrd og vird, vilja flyta seg. Soleiðis er tað í hesum málið, sum í øðrum, tá stórar broytingar eru í umbúna.

Okkara sjúkrahús, øll trý, virka væl. Hetta vísa nøgdsemiskanningarnar, har føroysku sjúkrahúsini fáa munandi betur skoðsmál enn tey donsku sjúkrahúsini. Hetta vísir, at okkara dugnaligu starvsfólk á sjúkrahúsunum gera eitt megnar arbeiðið hvønn einasta dag.
Sjálvandi eiga vit altíð at seta okkum spurningin, um vit kunnu gera tingini øðrvísi og betur fyri sjúklingin. Kunnu vit fáa meira burturúr tí avmarkaða fíggjarligu orkuni? Kunnu vit stytta um bíðitíðina? Og hvussu kunnu vit betra um røktina og viðgerðina á sjúkrahúsunum.
Tílík mál eiga altíð at viðgerðast við sjúklinginum í fokus.
Yvirskipaða ætlanini við Sjúkrahúsverk Føroya er sambært landsstýrismanninum í heilsumálum at fáa styttri bíðirøðir til sjúkraviðgerð og at skapa meira og javnt virksemi á smærru sjúkrahúsunum. Hetta eru vit øll samd um og eiga vit sjálvandi framvegis at miða eftir hesum.
Men sjúkrahúsini og heilsuverkið í sínari heild nemur við tær innastu trygdarkenslurnar hjá fólki. Tí hevur tað alstóran týdning, at víðfevnandi broytingar verða gjørdar í góðum forstáilsi og kjølfestar í semju við starvsfólk, borgarar á staðnum, politiska baklandið og øll, sum varða av hesum lívstýdningarmiklu stovnum.
Verður tað ikki gjørt, er sannlíkt, at ætlanin kollsiglir. Tá kann úrslitið heldur verða ótryggleiki, misálit og mótvilji, og kann hetta ganga út yvir tænastuna til sjúklingin.
Tí eiga grundleggjandi broytingar undir ongum umstøðum at skundast ígjøgnum í óðum verkum, men eiga at gerast í tøttum samstarvi við leiðslur og starvsfólk, sum skulu virka undir einari møguligari broyting, so tey kenna seg tryggan, og hava álit á at tey verða hoyrd og vird.
Soleiðis eigur eisini at vera í málinum um sjúkrahúsbygnaðin og tí eigur málið ikki at verða lagt fyri Løgtingið.