Sjáldsamur fiskur fingin í Miðvági

Sunnudagin fingu tveir sandavágsdreingir ein sjáldsaman fisk á sandinum í Miðvági. Talan er helst um fisk, sum á donskum verður nevndur »Makrelgedde« og vanliga livir í tropiskum og subtropiskum sjógvi

Tveir sandavágsdreingir gjørdu ein sjáldsaman fong á sandinum í Miðvági sunnudagin. Teir fingu ein fisk, sum helst er tann, ið á donskum verður nevndur »Makrelgedde«, og vanliga livir í nógv heitari sjógvi enn okkara.
Teir báðir smádreingirnir, Hørdur Johansen og Hans Otto Samuelsen, mundu halda botndystin í fystu deild millum FS Vágar og VB vera í so keðiligan og fóru í staðin ein túr oman á sandin at vita, um ikki okkurt meira áhugavert mundi vera har at finna.
Og tað var tað. Teir komu aftur við einum sjáldsomum fiski, teir høvdu fangað í fjøruni. Fiskurin var mjáur og blankur og eyðkendur av kjaftinum, við sínum spíska nevi framúr. Hesin silvurblanki fiskurin var umleið 30-35 centimetrar til longdar. Lítið lív var í honum, tá teir fangaðu hann, og tað var skjótt, at hann doyði, hóast teir vóru rímiliga kvikir at fáa hann í eina spann, sum teir lótu sjógv í.
Hørdur og Hans Otto vóru sera spentir og hildu seg hava fangað ein svørðfisk. Og hóast tað ivaleyst ikki er so frægur fongur, teir hava fingið, er eftir øllum at døma kortini talan um sjáldsaman fisk, sum livir í umleið somu høvum, sum svøðfiskurin ger. Helst er her talan um ein fisk, sum á donskum veðru nevndur »Makrelgedde« og livir í troiskumog subtropiskum sjógvi.
Um hndan fiskin veðru í donskum fiskabókum sagt, at hann á latíni verður nevndur »Scomberésox sãurus« og verður 30 til 45 centimetrar til longdar. Fiskurin livir í tropiskum og subtropiskum sjógvi, og er á ávísum árstíðum at síggja í torvum fram við bretsku strondunum. Onkur hendingur er fingin í Norðsjónum og eisini so eystalaga sum í Oyrasundi er hann sæddur.
So talan er um heldur sjáldsaman gest á okkara leiðum, sum teir báðir Hørdur og Hans Otto fingu í Miðvági hendan dagin.
Roynt varð, áðrenn blaðið fór til prentingar, at fáa nærri at vita um fiskin av Fiskirannsóknarstovuni. Men har var eingin í húsinum, sum kundi siga nakað um hann.