Mvg
Longu á heysti 2006 tók Skatta- og avgjaldskærunevndin avgerð um, at borgari skuldi hava mvg av skrásetingargjaldi endurgoldið frá Toll- og Skattstovu Føroya, sum Taks tá æt.
Hóast Skatta- og avgjaldskærunevndin er hægsi fyrisitingarligi myndugleiki, so hevur Taks higar til noktað fyri at endurrinda mvg í líknandi. Og hóast Skatta- og avgjaldskærunevndin í vár staðfesti, at Taks skal fylgja tulkingunum, sum nevndin ger innan skatta- og avgjaldsøki, so noktar Taks framhaldandi at fylgja hesum.
Ístaðin hevur Taks støðugt hildi fast um, at tey viðgera hvørt mál sær, heldur enn at nýta gamlar avgerðir sum grundarlag. Hetta tí stovnurin ikki metir, at einstøku málini kunnu samanberast.
Eykarokning
Men samstundis, sum Taks hevur nokta at fylgt ovasta fyrisitingarliga myndugleika, hevur stovnurin eftir øllum at døma eisini økt møguliga endurgjaldi við einum fjórðingini.
Skulu bilasølurnar endurrinda borgara fyri ov nógv kravt mvg av skrásetingargjaldi, so eigur sølu-mvg eisini at leggjast afturat hesi upphædd. Hetta tí bilasølan upprunaliga hevur lagt ov nógv sølu-mvg oman á endaliga prísin.
Sum hugsað dømi kann takast ein bilur, har mvg av skrásetingargjaldinum var 10.000 kr. Skal bilasølan endurrinda keyparanum hesar 10.000 kr., so skuldu hesar jú ongan tíð verið roknaðar upp í prísin. Og tá vildi prísurin uttan mvg verið 10.000 kr. lægri. Við øðrum orðum, so skal borgarin nú hava 12.500 kr. aftur frá bilasøluni, heldur enn at fáa 10.000 kr. aftur frá Taks.
Tað hevur verið ført fram, at samlaða mvg-upphæddin í málinum um mvg av skrásetingargjaldi, er um 120 mió kr.. Skulu hesar endurrindast umvegis bilasølurnar, verður samlaða upphæddin tí 150 mió kr. Tó við tí fyrivarni, at er talan um mvg-skrásett virki í keyparaleiklutinum, hevur eyka sølu-mvg’ið ongan týdning.