KÍ
Tað er einki at ivast í, at lagið var í botni hjá KÍ-hópinum sunnudagin. Ein ? at síggja til ? trygg 2-0 var als ikki so trygg kortini, skuldi tað vísa seg, og við einum góðum liðavriki eydnaðist NSÍ at venda dystinum.
Og heldur ikki venjarin hjá klaksvíkingunum, Ove Flindt Bjerg, var serliga fegin um úrslitið, sum hann staðfesti, ikki hevði verið nóg gott.
- Tað sigur seg jú sjálvt, at tað ikki er serliga spennandi, tá ein dystur gongur soleiðis. Og fyri okkum er tað sjálvandi sera harmiligt, haldi eg.
Men tit fáa jú eina dreymabyrjan. Hvat er tað, sum gongur galið?
- Tað er kanska fyrst og fremst tað, at NSÍ skorar upp á sárliga týdningarmikið tíðspunkt. Tað gevur teimum trúnna uppá, at tað kanska skal eydnast teimum at venda dystinum. Og samstundis er hetta sjálvandi eitt ordans bakkast hjá okkum at fáa beint fyri steðgin, heldur KÍ-venjarin.
Slitið sjálvsálit
Hetta var triðja ferðin á rað, at KÍ fór av vøllinum sum taparar. Byrjanin til landskappingina hevði annars verið góð við einum sigri á HB, men sjálvsálitið, sum tann dysturin gav, tykist nú vera fullkomuliga burturi.
- Tað er jú ein vandamikil tankagongd, sum kemur, tá tú byrjar at tapa. Tá verður tú bangin fyri at spæla, og kemur tú hartil, so er næstan ov seint at venda gongdini. Tað síggja vit eisini nú, hóast klók fólk uttan fyri vøllin tosa um moral og geist á liðnum. Sjálvandi skulu hesi hava loyvi at hava sínar meiningar, men tá ein áleypari er púra blankur tveir minuttir fyri tíð, og hann skjýtur uppum. So hevur tað altso einki við vantandi moral ella geist ella gera, slær venjarin fast.
Breiddin vantar
Tað hevur ofta verið tikið til, at um KÍ vinnur á HB, so halda tey seg vera heimsmeistarar, og gloyma at hava sambandi við jørðina. Byrjanin upp á kappingarárið kundi kanska bent tann vegin, men sjálvur heldur Ove Flindt Bjerg, at hetta er ein nakað lætt-keypt frágreiðing.
- Tað kann mann sjálvandi siga, tá tú hyggur at úrslitunum higartil, men tað er ein heldur foreinklað útgáva av veruleikanum. Sjálvur haldi eg, at okkara størsti trupulleiki er, at vit hava ein heldur tunnan hóp. Vit hava fleiri ungar leikarar, sum ivaleyst kunnu gerast heilt góðir, men tað er ikki her og nú, at teir skulu vera berandi kreftir. Í løtuni er støðan bara tann, at hava vit einar 2-3 spælarar, sum ikki eru á toppinum, so eru vit ov tunnir til at byrgja upp fyri hesum. Tað er ein veruleiki, sum vit mugu fyrihalda okkum til, og til dømis hevur eingin enn grett orð um, at vit ikki hava Jacob Bymar við á liðnum longur. Hann var hóast alt toppskjútti hjá okkum í fjør. Og at vit so samstundis hava havt nakrar disciplinærar trupulleikar ger altso ikki støðuna betri, staðfestir Ove Flindt Bjerg at enda.