Sjálvstýrisflokkurin fer hereftir reguliga at skipa fyri tíðindafundum fyri at leggja fram síni sjónarmið Tíðin til næsta løgtingsval styttist í hvørjum, og hjá øllum teimum politisku flokkunum ræður um at gera seg sjónligan og kunngera sín politikk.
Sjálvstýrisflokkurin hevur valt at gera seg sjónligari við reguliga at hava tíðindafundir.
Fyrsti fundurin var í morgun, tá ið Kári á Rógvi og Kári P. Højgaard, tingmenn søgdu frá trimum uppskotum, ið flokkurin fer at leggja fram.
Eitt er uppskot um at kanna fortreytirnar fyri at skipa bygningsfígging við realkreditti í Føroyum. Eitt annað er at broyta lógina um íløt til øl, mineralvatn og lidnar leskidrykkir, soleiðis at innflytarin skal gjalda Taks pant í vaðrveitslu. Triðja uppskotið er at broyta lógina um sjálvbodna kommunala samanlegging, soleiðis at fólkaatkvøða verður um alt landið í seinasta lagi 1. mai næsta ár.