Umleið 200 fólk vóru til móttøkuna í Føroya Banka fríggjadagin í sambandi við at Súni Schwartz Jacobsen er settur sum nýggjur stjóri í bankanum. Jóhan Páll Joensen, nevndaformaður í Føroya Banka, beyð øllum at vera vælkomin og segði nøkur orð. Síðan helt Janus Petersen, forstjóri, talu fyri nýggja stjóranum og ynskti honum vælkomnan í Bankan. Hann segði m.a., at nú bankin hevur lagt eina nýggja strategi, er tað ein sannur fongur hjá teimum at hava fingið Súna, við síni hollu vitan um føroyskt vinnulív, sum stjóra.
Eftir at hava virkað sum grannskoðari í eini 20 ár, er tað ein nýggj og øðrvísi avbjóðing, sum nú stendur fyri framman hjá Súna Schwartz Jacobsen, tá hann 1. februar tók við sum stjóri í Føroya Banka. Hann er stjóri saman við Janusi Petersen, sum er forstjóri.
Súni Schwartz Jacobsen varð útbúgvin cand.merc.aud í 1990, og statsaut.revisor í 1995. Hann arbeiddi hjá KPMG í Danmark. Síðan 1996 hevur hann átt part av grannskoðanarfyritøkuni, SPEKT, har hann eisini hevur virkað sum stjóri hesi árini.
Súni hevur eisini roynt seg sum semingsmann við sáttmálasamráðingar hjá teimum ymisku pørtunum á arbeðismarknaðinum. Hann var t.d. eisini við í arbeiðsbólkinum, sum var settur at gera eina frágreiðing til Føroya Landsstýrið, tá Telefonverk Føroya Løgtings varð umskipað til Føroya Tele.
Tá tað frættist, at Súni var settur sum stjóri í bankanum, segði hann m.a. í samrøðu við Sosialin: "Sjálvur síggi eg fleiri spennandi møguleikar í hesum. Eg haldi meg eisini hava fakliga førleikan til at átaka mær avbjóðingina. Tí havi eg tikið av, og eg vóni at eg kann geva mítt íkast til eina framtíðar menning av bankanum".