Í morgin, leygardagin, ber til at leita sær oman á stykkið frammanfyri Løgtingshúsið at síggja dansk-føroyska leikbólkin, FLADA, spæla uttandura leikin ?Av for Satan?. Hetta stykkið frammanfyri Løgtingshúsið er tað, sum á nýføroyskum eisini verður kallað ?Speakers? Corner?. Men sjónleikurin er ókeypis og hóskar seg til allar aldursbólkar, sigur Flada í tíðindaskrivi í dag.
Leikurin varar ein hálvan tíma og hann verður framførdur tvær ferðir frammanfyri Løgtingshúsið í morgin, fyrru ferð klokkan 14 og seinnu ferð klokkan 16.
FLADA er ein ungur sjónleikabólkur, ið kannar kropsliga útrykkið í sjónleiki. Bólkurin setur tilfar saman við, m.a., at improvisera, gera samansetingar og nýta ymiskan tónleik og tekstir. Í framførsluni ?Av for Satan? verður ymiskt tilfar hjá bólkinum sett saman til eina einstaka sýning, sum er um tá fólk hittast.
Í bólkinum eru seks sjónleikarar og ein leikstjóri, sum øll ganga á síðsta árinum á Statens Teaterskole í Keypmannahavn. Bólkurin varð stovnaður við tí fyri eyga at royna seg innan fleiri ymisk øki og skapa tilfar, sum ikki er tengt at einum ávísum máli ella teksti ? men heldur kropsligum rørslum og ljóði.
Á myndini eru leikararnir, aftara rað frá vinstru: Amira Jensen, Kenneth Christensen, Neel Rønholt og Sofía Nolsøe
Frammanfyri er Morten Klode, vinstrumegin, og Jens Sætter-Lassen