Sosialurin skrivar hendan dagin á forsíðuni, at Dánjal Pauli Danilsen, landsstýrismaður sigur, at hann fer at leggja sjónvarpsmálið fyri landsstýrið í hesi tingsetuni.
»Sostatt skal landsstýrið áðrenn tingið fer heim í vár, taka støðu til, um málið skal á tingborð.
Prinsippavgerðin um at seta á stovn føroyskt sjónvarp varð tikin fyri tveimum árum síðani. Dánjal Pauli Danilesen legði uppskotið, sum fekk 23 atkvøður, fram. Síðani hava kanningar og útrokningar verið gjørdar, og nú er málið klárt at leggja fram, sigur landsstýrismaðurin í mentamálum.
Spurdur hví landsstýrið ikki hevur svarað brævinum viðvíkjandi loyvi til royndarsjónvarp, sum Sjónvarpsfelagið sendi tí í 1975, sigur Dánjal Pauli Danilsen, at hetta kemst av, at landsstýrið ikki enn hevur tikið støðu í sjónvarpsmálinum.
Sleppa ikki undan sjónvarpi
Sjálvur er Dánjal Pauli Danielsen fyri sjónvarpi í Føroyum.
? Tað er nogv positivt at heinta í sjónvaropi, og vit kunnu ikki læsa okkum úti frá tí, sigur hann. Tað kemur í øllum føri í einum ella øðrum líki.
Hann nevndi í hesum sambandi norðurlendska sjónvarpsknøttin, sum ætlanir eru um at senda upp.
Norðurlondini skulu hava fund um henda knøttin komandi mánadag. Føroyar verða ikki umboðaðar á hesum fundi, hóast landsstýrinum stendur tað í boði.
? Tað er eisini ein spurningur í sambandi við stovnsetanina av einum føroyskum sjónvarpi, um ikki skal byrjast í smáum, tí so nógv onnur almenn arbeiði júst nú eru í gerð ella fara í gerð, endar Dánjal Pauli Danilsen, landsstýrismaður.«