Sjórænarar tikið danska skipsmanning

Somaliskir sjórænarar hava tikið tveir danskar og fýra filipinskar sjómenn gíslar. Teir fýra menninir mannaðu farmaskipið Leopard, sum varð álopið av sjórænarum í gjár. Í dag ljóðaði, at sjórænararnir høvdu burturflutt teir seks menninar, og at teir vóru umborð á einum skipi, sum sjórænararnir brúka sum móðurskip.

Seinni hevur NATO so váttað, at menninir eru burturfluttir. Sagt verður, at eitt turkiskt herskip kom á staðið, stutt eftir at tað danska skipið hevði boðað frá álopinum, men tá vóru hvørki teir seks menninir ella sjórænararnir at síggja.

Reiðaríið hjá Leopard hevur einki hoyrt frá skipinum, síðani skiparin boðaði frá, at sjórænarar lupu á tað. Ekstrablaðið skrivar, at reiðaríið hevur sløkt sína heimasíðu í dag.