Gunnar Isfeld, lesandi
Góði Sjúrður. Jesus segði ongantíð nakað um samkynd! So legg tú ikki tíni orð í hansara munn!
Tú sigur eisini, eftir at hava siterað úr PAULUSAR brævið til Korinthmanna, at tað er Guds orð. Eg veit, at hetta er als ikki óvanligt; men um so er, má øll Bíblian vera Guds orð ikki so? Í so fall er tað heldur ikki rætt, tá tú sigur »Og Guð broytir ikki meining!« Tí tað eru jú ein rúgva av ósamsvari í Bíbliuni millum Gamla Testamenti og Nýggja. Á ein hátt kann sigast, at tað er júst tí, tey verða kallaði Gamla og Nýggja.
Eitt dømi er í 1. Mósebók, 17. kap., at tað varð álagt, ófrávíkiliga, at menn skulu umskerast, og at tað skal galda altíð sum tekin um sáttmálan millum Gud og Ábraham og hansara avkom. Í versi 14 stendur enntá:
»Men hin óumskorni, hann, sum ikki er umskorin á holdi yvirhúðar sínar, hann skal verða oyddur úr tjóð síni; hann hevur slitið sáttmála mín.«
Ja so sigur Gud í Gamla Testamenti (GT). Nakað heilt annað síggja vit í Nýggja (NT). Serliga hjá Paulusi (sí serliga Galatarabrævið).
Vit kunnu eisini peika á eina rúgvu av øðrum dømum. Eisini innan NT er ósamsvar. Tak t. d. munin á Paulusi og Jákupi viðv. trúgv aleina ella trúgv & gerðir (Gal og Ják, 2, 14 - 26); og innan Paulusar brøv eru eisini nøkur ikki serliga samljóðandi dømir: hann sigur fleiri ferðir, at sølibat er tað besta, men í 1. Timotheus vil hann helst hava, at fólk gifta seg.
Tað sær út til, at Gud gott kann broyta meining. Ella kanska skulu vit júst royna at leita eftir Guds orði í Bíbliuni, sum jú er skrivað av monnum.
Er títt uppskot tað, at NT er Guds orð? Tú sigur jú einaferð, at ongin skal koma og siga, at hetta (tín sitering av Paulus) stendur í GT, tí tað stendur í NT. Hetta er jú ein greið ábending um, at tú leggur størri dent á NT. Men so kann øll Bíblian ikki vera Guds orð Ha? Tí: mugu vit ikki lurta eftir øllum tí, sum Gud hevur at siga?
Altso:
Tað er óheppi at kalla alt, sum stendur í Bíbliuni, fyri Guds orð.
Paulus er ikki Gud.
Jesus segði einki um samkynd (tað vit vita um).