Sjá tú blánar….

Øðrvísi flaggdagshald í Føroyahúsinum í Keypmannahavn.

Sissal Kampmann

25 apríl í ár, var rundur føðingardagur. - Sjeyti ára føðingardagur. Føðingardagsbarnið var eitt sindur serligt. - Tað sleppur ikki at vera uppi um náttina. Tá tað bert er hálvt, eru vit eisini hálv og í sorg, men tað boðar tíbetur oftast frá gleðis- og merkidsøgum, og tá er tað í topp. Føðingardagsbarnið er aloftast úr toyi ella úr pappíri, og tað roðnar sum blóð. Tað er blátt sum loftið, hvítt sum fossur, brot og vetursins ljóð. Føðingardagsbarnið er eitt flagg, og tað eitur Merkið.
Sjeyti ára føðingardagar skulu hátíðarhaldast við manér, og tað skuldi føðingardagurin hjá Merki okkara sjálvsagt eisini, hóast vit eru stødd í Keypmannahavn. Tí lat Føroyiahúsið í Keypmannahavn dyrnar upp fyri einum øðrvísi flaggdagshaldi, ið byrjaði kl. 18.00 leygarkvøldið og helt á fram út á sunnumorgunin 25. apríl. Á fjølbroyttu skránni var leiklist, matlist, bókmentir, fyrilestrar, filmslist, ein rúgva av tónleiki og sjálvsagt eisini ein flaggdagsrøða, sum varð hildin á miðnátt, við eftirfylgjandi horntónleiki og flaggsangi.
Innsløgini vóru framførd av dønum og føroyingum, sum uttan at blunka høvdu sagt ja til ókeypis at vera við til at gera hetta kvøldið til eitt heilt serligt kvøld. Eftir at Lea Kampmann hevði spælt violin, meðan áhoyrararnir komu inn, greiddi Birgar Larsen frá um virkesmið hjá Tutl í Keypmannahavn.
Tutl hevur fyri stuttum latið eina skrivstovu upp í Føroyingahúsinum, har tað er møguligt at fáa hjálp og vegleiðing í mun til tónleikaraligt virksemi, og har tað sjálvsagt eisini møguligt at keypa fløgur.
Hareftir var tíðin komin til donsku frumframførsluna av filminum hjá tónleikaranum og listamanninum Heiðriki á Heygum, Aldur. Ein filmur, eg persónliga leingi hevði glett meg til at síggja, og fleiri við mær. Filmurin skuffaði ikki, men er ein ótrúliga vøkur, sympatisk, væleydna og rørandi mynd av 85 ára gomlu ommu Heiðrik, Mariu á Heygum.
Eftir at Maria hevði fingið yngsta barnið gjørdist hon sjúk og maktaði so at siga onki. Tað var ikki fyrr enn hon byrjaði at svimja á sjónum, at hon fekk tað betur, og aftur var før fyri at taka sær av húsi og heimi.
- Havið, sum er so eyðkent fyri samleikan hjá okkum føroyingum gjørdist hennara lekidómur fyri øll sár. Átta minuttir langa listaverkið hjá Heiðriki, sum Brynjolfur á Heygum hevur gjørt tónleikin til, er ein óvurderiligur dýrgripur, ið lýsir eitt menniskja og eitt lív á ein ósentimentalan og estetiskan hátt, sum er alla æru vert, visuelt, audiotivt og eksistentielt.
Jógvan Isaksen, Føroya ókrúnaði krimikongur, hevði eina livandi og serstakliga áhugaverda framløgu við heitinum, Hvussu skrivar man eina krimi? Innslagið hjá Jógvani var ein ferð ígjógnum eitt skrivandi lív, bæði innan yrkis- og fagrar bókmentir. Dentur var lagdur á, at um tú vil skriva, er bert eitt ráð og tað er at lesa, lesa, lesa, arbeiða, arbeiða, arbeiða!! Jógvan megnaði at geva áhoyrarunum íblástur og innlit í ein heim, sum fyri tey flestu av okkum er ókendur, men tó so spennandi og dragandi. - Tí helst eru vit fleiri, ið fegin vildu verið før fyri at skrivað bøkur, sum seldu so væl sum hansara, og sum blivu týddar til fremmand mál.
- Næsta bókmentaliga innslagið stóð Vónbjørt Vang fyri. Vónbjørt og Kim Simonsen hava forlagið Eksil, ið m. a. hevur givið út bøkurnar, Buzz Aldrin og Hvar bleivst tú av í ruðuleikanum, eftir norska høvundin Johan Harstad fyri fáum mánaðum síðani. Agnar Artúvertin týddi. Vónbjørt las upp úr bókini og greiddi frá forlagsvirkseminum, sum eisini má sigast at vera forkunnugut øki fyri flest fólk, og sum tí var sera áhugavert og læruríkt at hoyra um.
Marin Helena Hentze stóð fyri matinum hetta kvøldið. Hennara fiskasúpan við toski, kræklingi, grønmeti og heimabakaðum breyði fekk tey allarfínastu viðmælini og rósandi orðini. Fólk vóru samd um, at hetta var ein hin besta fiskasúpanin, tey høvdu fingið nakrantíð, og eg eri púra samd! Marin hevði eisini gjørt ein sera spennandi og nýskapandi heitan øllikør úr stoutini og Yðunn ølini frá Føroya Bjór. Likørurin var síðan serveraður í shotglasi við róma og vakti stóran áhuga og ans frá gestunum.
Sjónleika/contemporary-perfomance bólkurin HURÐAR, ið var mannaður av Búa Rouch, Duritu Dahl Andreassen og dansaranum Katyu Dushka Nielsen. HURÐAR framførdu leiklistainstallatiónina, Entering Vulva. Myrka og eggjandi framførslan, ið var fyrsta framførsla hjá bólkinum, var ein blanding av ljóðlandslagi, sum Knút Háberg Eysturstein stóð fyri og modernaðum dansi og sjónleiki. Endmálið hjá bólkinum er at skapa eina hybrida palslist, ið er í tráð við okkara tíðaranda.
Avantgarde kendu búnanar hevði Unn Baldursdóttir gjørt. Installatiónin er grundað á eitt av leikritunum hjá bólkinum, sum væntandi verður liðugt seinni í ár. Við eini stórari portión av ironi tekur stykkið støði í einum ungum pari, sum berjist móti teim heteronormativu krøvunum samfelagið setur í mun til tey sálarligu krøvini og frágreiðingar um, hvussu vit gerast eydnusamir einstaklingar. Parið avger at fara í parterapi, sum hevur við sær bæði persónligar kreppur og eksistentiellar trupulleikar.

Onki flaggdagshald uttan flaggdagsrøðu. Røðari var Óli Breckmann, ið kl. 24.00 m. a. røddi um søguna hjá Merkinum, um framgongdina og vælferðina í vesturheiminum og í Føroyum. Hann setti at enda spurnartekin við, hvar vit eru ávegis, nú Merkið fyllir 70 ár? Eftir røðuna spældu Hans Petur í Brekkunum og Niklas Mouritsen undir, meðan fjøldin treiv í »Sjá tú blánar«.
Tónleikaligu innsløgini vóru fimm í tali:
Knút Eysturstein Háberg , Andreas Valdivia, Katrina Petersen, Jákup á Lakjuni, Jógvan Óli Ellingsgaard og Fróði Hansen við bólki. Bólkurin hjá Fróða var mannaður av Sveini Dam, guitar, Mattias Kapnas, keys, Rúni Mouritsen trummur og Jan Jensen, bass. Fróði Hansen sang, spældi munnharmoniku og guitar.
Bólkurin spældi eftir røðuna kl. 00.30 og endaði hervið øðrvísa flaggdagshaldið í Føroyahúsinum. Við teirra gjøgnumgangandi harða melidiøsa rocktónleiki var hetta ein góður máti at enda eitt tiltak, ið hevði lagt upp til at umfata eitt sindur av hvørjum, og hervið vísa á ein part av tí nógva virkseminum, ið er millum føroyskar útisetar í Keypmannahavn. Tey tónleikaligu innsløgini, ið høvdu verið áðrenn, vóru fyrst og fremst einkultpersónar, ið framførdu við gutara og sangi. Í Katrinusa føri, við klaveri og sangi, sum hugtók áhoyraran við sínum innarligu og vøkru løgum og sangi, sum eru at finna á fløgu hennara, Coulouress Day, frá 2009.
Andreas Valdivia hevði ein trummuspælara, Jaques, við sær. Teir spældu egin løg, undir heitinum, Villa. Teir spældu new-folk tónleik, og bólkurin var hervið eitt gott mótspæl til restina av tónleikinum, ið annars var á skránni.
Ágrýtni og virkni tónleikarin, Jákup á Lakjuni, hevði eina áhugaverda introduktión til sína fínu og livandi tónleikaframførslu, sum gerst betur og betur fyri hvørja ferð ein hoyrir hann spæla. Hann byrjaði við at lesa ein tekst, sum hann hevði skrivað út frá einum dreymi, hann kallaði livandi málningur. Hetta var gott, tí um nakað hevði vantað hetta kvøldið, var tað upplestur av upprunatilfari.
Havnarmaðurin Jógvan Óli Ellingsgaard, er eitt føroyskt boð upp á ein sannan rocksangara. Ikki minst er hann eitt livandi dømi um, hvussu ein upp á 20 min. við smáum anekdotum, charmu, eini smittandi lívsgleði og einum fantastiskum sangtalenti og guitarførleika, kann fáa einhvønn at dáma Alice in Chains og eisini hansara egnu løg og sangir, ið vóru í sama stíli sum áðurnevndi bólkur.
Knút útgav sína næstu fløgu, The Desert Hold A Flower í fjør. Tónleikurin tekur støði í m. a. alskyns psykodeliskum tingum. Sjálvur sigur Knút um tónleikin, at hann er psykodeliskur gospel poppur við einum 70´ara shoegazara rock ´n` roll vibe omaná. - Hetta kvøldið spældi hann egin løg frá fløguni í rúmklangs solo útgávum á sín trúgva, meksikanska telecastara.
Tá Fróði Hansen við bólki var liðugur at spæla umleið kl. 02, var samstundis sett punktum fyri eitt kvøld, sum var eitt prógv um, at føroyski mentanarpallurin er ótrúliga fjølbroyttur, áhugaverdur og ríkur í ein mun, sum lutfallsliga hevði verið førur fyri at yvirhálað eitthvørt annað land í heiminum. - Gamla Merkið hevur alla orsøk til at vera stolt av sínum børnum, bæði heima og úti. Eingin ivi um tað.