Sjagaklettur hevur fiskað seg 11 ferðir aftur

íðan lemmatrolarin Sjagaklettur varð keyptur úr Íslandi fyri umleið seks árum síðan, hevur skipið fiskað samlaðu íløguna 11 ferðir aftur. – Skip og høvuðsmotorur eru 33 ár, men hetta hevur ikki verið nakar bági, sigur reiðarin, Mikkjal Hammer

Fiskivinna

 

Hóast gongdin í føroyska heimaflotanum ikki er serliga positiv í løtuni, eru tó glottar ímillum.

Ein av hesum glottum er at finna í lemmatrolaranum Sjagakletti, sum hvalbingar keyptu úr Vestmannaoyggjunum fyri umleið seks árum síðan.

Sjagaklettur telist millum teir lemmatrolarar, ið hava minsta høvuðsmotorin, sum er javngamal við skipið, ið er 33 ára gamalt.

Meðan flestu ísfiskatrolarar langt síðan hava fingið sær kryvjimaskinur, hevur manningin á Sjagakletti kruvt fiskin sjálv.

Tað er ikki fyrr enn í ár, at skipið hevur fingið kryvjimaskinur.

 

Góð íløga

Mikkjal Hammer er reiðari á Sjagakletti. Sjálvur siglur hann við Steintóri, sum er ein annar lemmatrolari í Hvalba. Mikkal siglur sum skipari og onkuntíð sum stýrimaður.

- Vit kunnu bara lata væl at gongdini hjá Sjagakletti, síðan vit keyptu fyri umleið seks árum síðan.

Reiðarin sigur, at keypsprísurin var 3,5 miljónir krónur, og tá klárt var at loysa, stóð Sjagaklettur í umleið 11 miljónum krónum.

- Tá høvdu vit gjørt ymiskar ábøtur á skipið, umframt at veiðiloyvið hjá Beintu, fyrrverandi Brimborg, sum var heimahoyrandi á Tvøroyri, varð keypt.

Mikkjal Hammer sigur, at tað hevur gingið væl hjá Sjagakletti, sum eftirtíðin hevur víst var ein góð íløga.

 

Fiskað væl

- Skipið hevur fiskað fyri fleiri ferðir tað, sum vit keyptu tað fyri, og skipið hevur soleiðis fiskað samlaðu íløguna fleiri ferðir aftur.

Reiðarin vísir á, at besta árið var í 2007, tá skipið fiskaði fyri 24,5 miljónir krónur. Í ár liggur veiðivirðið um 20 miljónir krónur.

Meginparturin av veiðini hjá Sjagakletti hevur verið upsi.

- Taka vit øll seks árini, síðan skipið kom í flotan, hevur Sjagaklettur fiskað fyri einar 120-125 miljónir krónur. Raksturin hevur hingið saman øll árini, sigur reiðarin.

Hann vísir á, at hóast aldurin á skipi og høvuðsmotori er 33 ár, hevur felagið ikki rent seg í stórvegis trupulleikar hesi árini.

- Nei, eg noyðist at banka uppundir borðið. Vit hava verið hepnir og mugu ásanna, at tað hevur gingið óføra væl hesi árini, sigur Mikkjal Hammer.

 

Góð manning

Reiðarin vísir á, at Sjagaklettur hevur eina góða manning – heilt úr maskinrúminum um dekkið og upp á brúnna.

- Tað er alt avgerandi fyri eitt slíkt skip, at manningin er góð og dugnalig, og her hava vit verið sera hepnir. Eingin undantikin, hava vit sera gott fólk við Sjagakletti, sigur Mikkjal Hammer.

Níggju mans eru við skipinum, og skipari er Tórhallur Randrup úr Hvalba.