Russland leyp í nátt á Ukraina við 367 rakettum og dronum, upplýsir ukrainska flogverjan.
Talan er um eitt tað harðligasta loftálopið á Ukraina seinastu trý árini við kríggi í landinum, skrivar tíðindastovan Reuters.
Álopið rakti millum annað ukrainska høvuðsstaðin, Kiev. Trý andlát eru skrásett her higartil.
Harumframt er boðað frá, at fýra fólk eru deyð í Khmelnytskyj í vesturukrainska økinum.
Sambært flogverjuni sendi Russland 298 dronur móti grannalandinum og 69 rakettir í nátt.
Ukrainska loftverjan megnaði at skjóta 266 dronur og 45 rakettir niður.
Samstundis sum fráboðanir um harðliga álopið á Ukraina boðaði russiski herurin frá, at hann sunnunáttina hevði skotið 110 ukrainskar dronur niður yvir Russlandi.
Nakrar av dronunum vórðu skotnar niður yvir Moskva-økinum.
Tað er onnur náttin á rað, at Ukraina hevur verið fyri umfatandi russiskum loftálopum.
Leygardagin boðaði loftverjan í Ukraina frá, at Russland hevði skotið 14 ballistiskar rakettir og 250 dronur móti Ukraina.
Ukrainski herurin kallaði álopið í nátt fyri "eitt av størstu loftálopunum í krígnum."
Sambært tíðindastovuni AFP eru 15 fólk særd í álopinum.
/Ritzau/