Ung leypa í eina kanal í París fyri at køla seg niður í hitanum. Sjey fólk eru deyð í sambandi við hitabylgjuna í Fraklandi, upplýsa fronsku myndugleikarnir. Mynd: Tom Nicholson/Reuters/Ritzau Scanpix

Sjey fólk deyð í hitabylgju í Fraklandi

Sjey fólk eru deyð í sambandi við hitabylgjuna, sum í hesum døgum rakar Frakland. Fimm av teimum doyðu í druknivanlukkum.

Ung leypa í eina kanal í París fyri at køla seg niður í hitanum. Sjey fólk eru deyð í sambandi við hitabylgjuna í Fraklandi, upplýsa fronsku myndugleikarnir. Mynd: Tom Nicholson/Reuters/Ritzau Scanpix

Tað upplýsir franska stjórnin sambært AFP.

Sambært stjórnartalskvinnuni, Maud Bregeon, hava deyðsføllini beinleiðis ella óbeinleiðis samband við hitan. Nærri orsøkirnar til fleiri av deyðsføllunum verða framvegis kannaðar.

Druknivanlukkurnar eru hendar ymsastaðni í Fraklandi, millum annað í Lyon og við Atlantshavsstrondina.

Hitabylgjan hevur elvt til sera høgan hita í fleiri londum í Vesturevropa. Í Fraklandi eru hitastigini nógv hægri enn vanligt fyri mai mánað, og fleiri staðni verður væntað upp í 36 hitastig í dag.

Stórur partur av Bretagne er settur undir appelsingula veðurávaring, sum er næsthægsta ávaringastigið í Fraklandi.

Hitabylgjan verður væntandi eisini í morgin og hósdagin.

Í Bretlandi vórðu í gjár mátað 34,8 hitastig í útryðjuni av London, og tað er heitasti maidagur, sum nakrantíð er skrásettur í landinum.