Sjey milliónir krónur tøkar

Granskingarráðið lýsir nú eftir umsóknum til stuðul til gransking, menning og nýskapan Á fundi í apríl tók Granskingarnevndin avgerð um, ikki at lýsa eftir umsóknum innan ávís øki, sum hevur verið vanligt undanfarnu árini. Tískil kann søkjast um stuðul til verkætlanir innan øll yvirskipaðu økini, sum eru: Matur, Mentan, Samfelag, Náttúra og Náttúrutilfeingi, Fólkaheilsa og Tøkni.

Í 2008 vóru 39 umsóknir, ið søktu um góðar 31 mio. kr.

Umleið 7 mio.kr eru tøkar til nýggjar verkætlanir í 2009.

Umsóknarfreistin í ár er 1. september 2009 kl. 12:00 føroyska tíð.

Lesið meira á www.gransking.fo