Hevði Hunter Bell ikki javnað fyri FC Suðuroy til 2-2 í 96. minutti í dystinum móti EB/Streymi vesturi á Eiðinum ígjár hevði EB/Streymur fingið fullan pott móti EB/Streymi hetta kappingarárið. EB/Streymur vann nevnliga hinar báðar dystirnar á FC Suðuroy í Betrideildini hjá monnum hetta kappingarárið.
Samlaða úrtøkan var sostatt sjey stig til EB/Streym, og eitt stig til FC Suðuroy.
Málúrtøkan í hesum trimum innanhýsis dystunum gjørdist 6-3 til EB/Streym.
Virgar Jónsson skoraði fyri EB/Streym í øllum trimum dystunum móti FC Suðuroy.
FC Suðuroy-EB/Streymur 2-2 (0-1) - 5. oktober
0-1 Búi Egilsson (44.)
0-2 Virgar Jónsson (65.)
1-2 Alexander Holm Kilgour (76.)
2-2 Hunter Bell (90.+)
EB/Streymur-FC Suðuroy 2-1 (0-1) - 14. juni
0-1 Hunter Bell (68.)
1-1 Virgar Jónsson (82.)
2-1 Búi Egilsson (88.)
FC Suðuroy-EB/Streymur 0-2 (0-1) - 22. mars
0-1 Boubacar Dabo (29.)
0-2 Virgar Jónsson (78.)
Kelda: FaroeSoccer