Sjey stig til Víking og eitt stig til B68

Vit taka stutt samanum teir tríggjar dystirnar millum Víking og B68 í Betrideildini hjá monnum

Víkingur og B68 møttust fimm ferðir í ár. Tvær ferðir í hálvfinalunum í kappingini um løgmanssteypið, har Víkingur vann báðar dystirnar, og so møttust liðini tríggjar ferðir í landskappingini.

 

Í Betrideildini hjá monnum vann Víkingur tveir eittmálssigrar, meðan tann triði dysturin endaði við javnleiki.

 

Úrtøkan í teimum trimum innanhýsis dystunum í Betrideildini gjørdist sostatt sjey stig til Víking, og eitt stig til B68.

 

Málúrtøkan í hesum trimum dystunum gjørdist 5-3 til Víking

 

Í teimum seinastu 20 innanhýsis dystunum millum Víking og B68, eru 16 endaðir við sigri til Víking, og fýra eru endaðir við javnleiki.

 

B68-Víkingur 2-2 (0-1) - 30. august

 

0-1 Sølvi Vatnhamar (20.)

 

1-1 Djóni Samuelsen (67.)

 

2-1 Hanus Højgaard (69.)

 

2-2 Sølvi Vatnhamar, br. (90+)

 

Víkingur-B68 2-1 (0-0) - 29. juni

 

1-0 Stefan Radosavljevic (57.)

 

2-0 Poul Kallsberg (66.)

 

2-1 Jákup Vilhelmsen (90.+)

 

B68-Víkingur 0-1 (0-1) - 26. apríl

 

0-1 Poul Kallsberg (14.)

 

Kelda: FaroeSoccer