UPPTAKT
Lagið undir venjingunum hevur verið gott, verður sagt úr Klaksvík, har teir í vikuni fingu boð um, at teir ikki sleppa at halda fram í steypakappingini. Venjarin og spælarnir hava gjørt nógv fyri at hetta ikki skal órógva fokusið, sum teir hava á stóru uppgávuna, sum er á skránni sunnudagin, tá ið skálamenn koma at vitja.
Leon Bjartalíð hevði fingið skaða í fótin, tá ið hann sunnudagin varð skiftur út í Gøtu. Hann hevur ikki vant í hesi vikuni, og tí verður hann ikki millum teir fyrstu ellivu í morgin. Jan Andreasen varð skiftur inná vongverjan í Gøtu. Í hesi vikuni hevur hann vant meiri, enn hann hevur gjørt higartil í ár, og tí er eingin ivi um, at hann verður á liðnum. Arnhold Joensen var sjúkur síðsta sunnudag. Hann var ikki aftur til venjingar fyrrenn hóskvøldið. Tí er eingin ivi um, at tað verður Kristoffur Jacobsen, sum sunnudagin fyri fyrstu ferð var millum teir fyrstu ellivu, ið verður á miðvøllinum í høgru, og harvið fyri fyrstu ferð á heimavølli fer at fáa møguleikan millum teir fyrstu ellivu.
Klaksvíkingar vóru væl nøgdir við úrtøkuna í Gøtu, men teir ásanna samstundis, at tað hevur verið og verður trupult at fáa fult á heimavølli, og teir ætla sær meiri hesa ferð, enn teir fingu, tá ið VB vitjaði.
Bíða eftir fyrsta sigrinum
Á Skála eru einki nýtt at frætta, og tað harmast teir um. Teir tríggir útlendingarnir bíðaðu í gjár framvegis eftir spæliloyvunum. Teir roknaðu ikki við, at loyvini fóru at koma í rættlag undan vikuskiftinum, men samstundis halda teir seg hava orsøk at vóna, at viðurskiftini fara at koma upp á pláss í næstu viku.
Skálamenn hava somu manning sum seinast, tá ið teir fara til Klaksvíkar. Eftir javnleikin ímóti ÍF iðra teir seg um, at teir misnýttu fleiri upplagdar møguleikar. Í Klaksvík hava teir ongantíð vunnið. Tvær ferðir hava teir tapt, og í fjør var úrslitið 1-1, eftir at Skála leingi hevði verið á odda og eftir at teir høvdu havt fleiri stórar møguleikar at økja um 1-0 leiðsluna. Sunnudagin sóu skálamenn ein part av GÍ-KÍ, men teir halda, at umstøðurnar vóru orsøk til, at teir ikki gjørdust so nógv klókari upp á KÍ.