Skúlabørn gingu runt til tey gomlu við kaku og sangi

Børnini høvdu sjálvi bakað og skrivað jólakort til tey eldru

Í gjár vóru skúlanæmingar úr Hvalba runt hjá teimum eldru í kommununi yvir 80 ár, við eini lítlari jólaheilsan.

Í fleiri ár hava næmingar í Tvøroyrar skúla bakað kaku til elstu borgararnar í kommununi og nú hevur skúlin í Hvalb eisini tikið hendan táttin upp.

 

##med2##

Næmingarnir í 6. og 7. flokki hava bakað trý sløg av smákakum og teir yngru næmingarnir í 3. og 4. flokki hava skrivað jólakort. Og í gjár fóru so teir elstu næmingarnir í 7., 8. og 9. flokki runt í sóknini, tað vil siga runt í Hvalba, í Sandvík og í Nesi, við smákakum til tey eldru fólkini.

 

##med3##

Næmingarnir hava eisini steðgað á eina løtu hjá teimum eldru og hava fingið eitt prát við tey. Og teir næmingarnir, sum vóru í eldrasambýlinum gjørdu eisini tað, at teir sungu fyri teimum gomlu, sum búgva har.

Á myndini eru teir næmingarnir, sum vóru runt í Sandvík.

Longst til vinstru á myndini stendur Bogi Næs, sum var bilførari og pápi tvey av børnunum, Saritu og Sandru. Hini eru, frá vinstru: Hartvig, Hjørdis, Sarita, Róa, Sandra, Heini og Ísak.

 

##med4##

##med5##

##med6##