Skúlabørn og lærarar fingið góðar umstøður

Fríggjadagin 14. november var móttøka á Skúlanum í Kaldbak, í sambandi við at skúlin aftur varð tikin í nýtslu eftir stóra út- og umbygging. Skúlin er nú tvífaldaður í stødd og nøktar tørvin nøkur ár farm.

Í desember 2002 var farið undir at út- og umbyggja Skúlan í Kaldbak. Seinasta útbyggingin varð gjørd í 1982, og nøktaði hon táverandi tørvin. Men bygdin er vaksin nógv, og barnatalið er tvífaldað síðan 1982. Skúlin, sum bert hevði tvær skúlastovur, var vorðin alt ov lítil til tey 37 skúlabørnini í bygdini.

Arbeiðið við at um- og útbyggja skúlan byrjaði í desember 2002, og skúlin var handaður Tórshavnar Býráð 22. august í ár. Skúlagongdin byrjaði aftur 28. august. Karstin Vang, byggimeistari, hevur staðið fyri arbeiðinum.

Maðan arbeiðið hevur staðið uppá, hevur skúlin húsast í leigaðum hølum aðrastaðni í bygdini.

Skúlin hevur nú tríggjar skúlastovur og fýra bólkarúm til bólkaarbeiði og til næmingar við serligum tørvi. Eisini hava lærararnir fingið sína egnu deild við køki og lærarastovu, og fyrstilærarin hevur sína egnu skrivstovu.

Fríggjadagin 14. november var móttøka á skúlanum, har høvi var hjá fólki at síggja skúlan. Nógv fólk komu til móttøkuna og fleiri røður vórðu hildnar. Hildur Vang, stýrisformaður fyri Skúlan í Kaldbak, beyð fyrst vælkomin, síðan høvdu fleiri onnur orðið, tey vóru: Jan Christiansen, borgarstjóri í Tórshavnar Kommunu, Heðin Mortensen, formaður í mentanarnevndini hjá Tórshavnar Býráð, Jenny Lydersen, undirvísingarleiðari, og Ragnar Magnussen fyrstilærari við skúlan.

Annars var felagssangur, og børn frá Tórshavnar Musikkskúla spældu violin, og skúlabørn í Kaldbak spældu blokkfloytu og gittar.

Skúlin í Kaldbak er nú tilsamans umleið 700 fermetrar. Áðrenn um- og útbyggingina var hann umleið 300 fermetrar. Arbeiðið hevur kostað 5.3 milliónir krónur.
Í skúlanum ganga børn frá fyrsta til sjeynda flokk. Hóast skúlin er vorðin størri, mugu børnini framvegis av bygdini til tey handaligu fakini, so sum smíð, evning og matgerð, eisini til svimjing og fimleik. Hesi fakini hava tey í skúlanum í Kollafirði.
Fýra lærarar hava tilknýti til skúlan, harav tríggir í føstum starvi.