BØRN OG HARÐSKAPUR
Harðskapur vindur meiri og meiri uppá seg á skúlum, er niðurstøðan, eftir at vit hava vent okkum til skúlastjórar á fleiri av teim stóru skúlunum í Tórshavnar kommunu. Á onkrum skúla gongur rúm tíð ímillum ógvusligu hendingarnar, á øðrum skúlum eru javnan trupulleikar av næmingum, sum eru harðligir. Sum Sjúrður Johannesen, sosialráðgevi hjá barnaverndini í Tórshavnar kommunu vísir á í samrøðu í blaðnum í dag, er talan er gentur og dreingir á øllum skúlunum í kommununi í aldrinum 9 til 16 ár, ið hava so ógvusligar trupulleikar, at skúlastjórin rætt og slætt ikki longur torir at hava ábyrgdina av teimum. Teirra atburður er ógvuliga hóttandi. Tey fremja harðskap, elva til harðskap og fara fram á slíkan hátt, at øll rundan um tey kenna seg hótt og ótrygg, bæði næmingar og lærarar. Talan er um grova happing, sálarfrøðiligan yvirgang, buking, avsmyrjing, nevar á lofti, og í førum hevur talan verið um álvarsligan harðskap. Í einum føri er ein lærari hóttur eftir lívinum.
Samanumtikið eru skúlastjórarnir ógvuliga varnir við at úttala seg nærri um einstøku hendingarnar. Men teir eru allir á einum máli um, at týðilig tekin eru um, at talið á harðligum næmingum økist.
- Tað er heilt týðiligt, at talið á harðligum næmingum veksur í tali, sigur Petur Dahl, stjóri í Hoyvíkar skúla.
- Nógv ítøkilig dømi eru um, at leiðslur á teim stóru skúlunum í Havn standa púra hjálparleysar. Í nøkrum førum fer næmingurin úr skúlanum eina tíð. Hetta gevur lærarunum eitt andahol soleiðis teir verða brynjaðir til at taka ímóti næminginum aftur og síðani verða ymisk fyrilit, ymsir hættir royndir, tá ið næmingurin kemur aftur í skúla, sigur Hanus Joensen, skúlastjóri í Kommunuskúlanum í Havn.
- Vit hava harðligar næmingar. Í løtuni hava vit tó ongan næming, sum er so harðligur, at vit eru noydd at hava serliga umsjón. Í førum, har talan er um harðligar næmingar, fáa hesir serundirvísing, og tá er ein lærari burtur av hjá teimum alla tíðina. Tí eru teir ongantíð einsamallir saman við øðrum næmingum, sigur Niels Juul Nattestad, skúlastjóri á Venjingarskúlanum.
Trupult at undirvísa
- Millum smábørn er harðskapurin ógvuliga impulsivur. Verða tey ill og ikki megna at seta orð á, sláa tey. Størri børn duga betur at stýra sær, men til tíðir kann tað verða rættiliga álvarsamt, tá ið vit hugsa um, at tað er millum børn hetta fer fram. Næmingar hótta í ein mun, kanska kennir ein seg ikki hóttan, tá ið børnini eru 10-11 ár, men nógvir lærarar finna seg í nógvum. Tað eru næmingar í summum flokkum, sum eru harðligir og sum tað er tungt at standa við ábyrgdini av sum leiðsla. Ikki altíð kenna vit okkum trygg, sigur Eyðdis Eidesgaard, skúlastjóri á Eysturskúlanum.
- Harðskapurin er avgjørt ein vaksandi trupulleiki. Sum heild er tað atburðurin hjá nógvum næmingum, ungum sum eldri, sum er ein trupulleiki. Talan kann verða um harðskap, teir sláa frá sær, hótta aðrar næmingar og nógv børn kenna seg ótrygg, tí tey ikki vita, hvussu langt hesi kunnu fara. Tað eru næmingar, vit hava eyguni við alla tíðina, eisini í fríkorterinum. Hesir næmingar skapa ein slíkan stemning í flokkinum, at tað ber ikki til at undirvísa. Teir oyðileggja ikki bara fyri seg sjálvar, men eisini fyri aðrar næmingar. Ofta er tað ógvuliga trupult at hava slíkar næmingar í flokkunum og mangan kunnu vit ikki liva upp til krøvini, sum vit annars seta. Tað vil siga veita teimum neyðugu undirvísingina og at øll kunnu kenna seg trygg, sigur Hanus Joensen.
Ongin hjálp
Skúlaleiðslurnar hava skyldu til at boða barnaverndini á staðnum frá, tá ið tilburðir við harðskapi eru.
- Hevur ein lærari stórar trupulleikar av einum næmingi, fer viðkomandi fyrst til flokslæraran og síðani til leiðsluna. Síðani fara vit til barnaverndina. Men hon er ovbyrjað av arbeiði og tískil standa vit leingi við einum trupulleika, sum einki verður gjørt við. Lærarar illneitast meir og meir, tí einki hendir. Summar næmingar melda vit til sálarfrøðiliga kanning, og eisini har er bíðitíðin fleiri mánaðir. Slík mál skulu loysast beinanvegin. Ímeðan er viðkomandi næmingur verandi í flokkinum og harðskapurin ella beistagerðirnar kunnu halda fram. Hetta krevur ógvuliga nógv av læraranum. Er læraratoymið sterkt og arbeiða lærararnir væl saman og duga at takla støðuna, megna teir at halda ófriðinum niðri rættiliga leingi. Men í mongum førum kunnu ein ella fleiri næmingar oyðileggja ein annars góðan flokk. Í summum førum er frægast at taka hesar næmingarnar úr flokkinum. Okkum tørvar hjálp at loysa slíkar trupulleikar beinanvegin. Í nógvum førum kann ein støða bjargast um vit fáa hjálp beinanvegin. Tað øvuta ger trupulleikarnar verri og størri, sigur Niels Juul Nattestad.
Skúlastjórin í Argja skúla, Mortan Dalsgarð, tekur undir við hesum.
- Í flestu førum megnar skúlin at loysa trupulleikarnar sjálvur við at venda sær til heimið og við øðrum fyrilitum. Í øðrum førum má serkøn hjálp til, men tað er øgiliga tungt at koma ígjøgnum hjá myndugleikunum fyri at fáa eina skilagóða loysn á einum trupulleika. Nógvir lærarar hokna undan. Frá skúlans síðu fáa vit ringa samvitsku yvir fyri hinum næmingunum, sum líða undir ófriðinum. Truplu næmingarnir taka so nógv av orkuni, at eingin orka er eftir til hini, og tá ið sami næmingur í áravís órógvar flokkin, fáa hinir næmingarnir als ikki tað, teir hava krav uppá. Hinvegin er tað ikki so einfalt at taka ein næming úr einum flokki, sigur Mortan Dalsgarð.
Í øðrum londum, vit samanbera okkum við, eru alternativ tilboð til næmingar, sum fella uttan fyri av eini ella aðrari orsøk.
- Her er so at siga eingin hjálp at fáa, hóast tørvurin ikki er minni her. Myndugleikarnir lata bara eyguni aftur og siga, at hesi útreiðsluni sleppa vit okkum undan. Í veruleikanum er tað nógv dýrari einki at gera, tí hvussu er framhaldið hjá hesum børnum, tá ið skúlagongdin er av. Oftast er tað ein forkláring, hví hesi børnini eru sum tey eru. Tað ber til at hjálpa teimum, sigur Hanus Joensen, sum vísir á, at úrslitini mangan eru ógvuliga góð á alternativum skúlum.
Minst mentu strikað
Allir skúlastjórarnir vísa á, hvussu nógv truplir næmingar fylla í skúlanum. Teir krevja so nógv, og tað eru altíð teir sum skulu hoyrast.
- Hetta kom ikki fyri fyrr í sama mun sum nú. Tá fóru truplir næmingar aðra staðni. Í dag skulu øll børn ganga í sama skúla, tí skúlin sigst vera fyri øll, men tað vilja altíð verða nøkur sum fella uttanfyri. Trupulleikin er, at vit hava einki stað at koyra hesi børnini. Aðra staðni eru serligir flokkar til truplar næmingar og orkan er til tað. Og tað er akkurát hetta vit hava brúk fyri her, sigur Mortan Dalsgarð.
- Verður neyðuga orkan ikki sett inn, er skúlin ikki fyri øll, sigur Eyðdis Eidesgaard.
Til truplar næmingar søkir skúlin eftir tímum til serligan tørv. Støðan í ár á nógvum skúlum er ógvuliga vánalig í so máta. Vit hava kunnleika um, at skúlar hava fingið triðingin av tímunum biðið er um.
- Tey minst mentu í skúlanum eru strikað. Heilt nógvir næmingar fáa ongar eykatímar. Í fyrsta umfari gongur tað út yvir hesar næmingarnar, síðani gongur tað út yvir hinar næmingarnar í flokkinum. Valið hjá læraranum er altíð, um teir 23 næmingarnir skulu sleppast uppá fjall ella um tann eini næmingurin skal taka alla orkuna, sigur Eyðdis Eidesgaard.
Avleiðingarnar fyri hinar næmingarnar eru ikki til at koma uttan um.
- Hetta kann ikki halda fram. Vit mugu hava eitt tilboð til næmingar, sum tað ikki ber til at hava í einum vanligum flokki. Skal skúlin vera fyri øll, má hædd takast fyri øllum. Tað nyttar ikki at billa okkum inn, at øll børn eru eins. Nøkur børn eru soleiðis fyri, at teim tørvar serliga hjálp, sigur Hanus Joensen.
MYND: Nýggj
MYNDATEKSTUR: Nógv ítøkilig dømi eru um, at leiðslur á teim stóru skúlunum í Havn standa púra hjálparleysar yvir fyri truplum og harðligum næmingum. Modellmynd: Jens Kristian Vang