Skúlasamtakið Felagsskúlin á Oyrarbakka

At fáa hægri skúla í Sundalagnum, ella á Oyrarbakka, er gamalt mál. Spurningurin varð onkuntíð viðgjørdur í Sunda Kommunu, og tá Norðskála-Oyrar Skúli varð vígdur í 1968, hugleiddi táverandi ríkisumboðsmaður Mogens Wahl um skúlaviðurskifti í Sundalagnum og helt fyri, at ikki mundi fara at ganga so long tíð, til framhaldsskúli varð bygdur í økinum

At fáa hægri skúla í Sundalagnum, ella á Oyrarbakka, er gamalt mál. Spurningurin varð onkuntíð viðgjørdur í Sunda Kommunu, og tá Norðskála-Oyrar Skúli varð vígdur í 1968, hugleiddi táverandi ríkisumboðsmaður Mogens Wahl um skúlaviðurskifti í Sundalagnum og helt fyri, at ikki mundi fara at ganga so long tíð, til framhaldsskúli varð bygdur í økinum. Um hetta mundið vóru Sandoyggin og Sundalagið einastu landspartarnir, sum ongan framhaldsskúla høvdu.

Petur Martin Rasmussen fekk starv í Eiðis prestagjaldi á vári 1971. Hetta árið varð málið um framhaldsskúla tikið fram av nýggjum, og Petur Martin varð biðin um at taka sær av at fáa bøtt um skúlaviðurskiftini. Á fundi í skúlanevndini fyri Sunda kommunu varð viðtikið ?at halda fram við at fáa bygt skúlan út til hægri skúla, og fara undir fyrireikingararbeiðið beinanvegin?. Hetta varð so gjørt, og longu í august mánaði sama ár byrjaði skúlin.


Sáttmáli skrivaður

Felagsskúlin á Oyrarbakka, sum hann varð nevndur, átti ongi høli, hevði ongan skúlastjóra og ongar lærarar; men 27 næmingar vóru í fyrsta flokkinum, ið varð skipaður sum eitt realskeið, sum fekk innivist í Norðskála-Oyrar Skúla. Petur Martin var virkandi stjóri, og aftrat sær at undirvísa, hevði hann lærarar úr Norðskála-Oyrar Skúla og Eiðis Skúla.

Tann 28. august 1973 undirskrivaðu hesar kommunur sáttmála um Felagsskúlan á Oyrarbakka:

Eiðis Kommuna, Kollafjarðar Kommuna, Gjáar Kommuna, Haldarsvíkar Kommuna, Hósvíkar Kommuna, Saksunar Kommuna, Hvalvíkar Kommuna og Sunda Kommuna.

Sáttmálin er galdandi til 31. juli 1998, og hann kann við 3 ára varningi fara úr gildi, hvønn 31. juli aftan á 1998.

Í 1998 segði Kollafjarðar Kommuna, sum hevur lagt saman við Tórshavnar Kommunu, sáttmálan upp at fara úr gildi 31. juli 2001.

Sambært sáttmálanum er skúlin ætlaður teimum eldru næmingunum úr omanfyri nevndu kommunum. Næmingarnir skulu vera oman fyri tann tá galdandi undirvísingarskylduga aldurin. Rætt at ganga í Felagsskúlanum á Oyrarbakka hava eisini næmingar úr Funnings Kommunu.

Tann kommunali myndugleikin í skúlanum, er Felagsskúlastýrið. Í Felagsskúlastýrinum sita bygdaráðslimir úr skúlasamtakinum, har kommunurnar eru soleiðis umboðaðar:


Eiðis Kommuna 2 umboð

Kollafjarðar Kommuunu 2 umboð

Gjáar Kommuna 1 umboð

Haldarsvíkar Kommuna 1 umboð

Hósvíkar Kommuna 1 umboð

Saksunar Kommuna 1 umboð

Hvalvíkar/Sunda Kommunur 3 umboð


Einans framhaldsdeild á skúlanum

Í Felagsskúlanevndini situr eitt umboð fyri hvørja skúlanevnd í skúlasamtakinum, og hetta umboð skal verða valt millum skúlanevndarlimirnar í hvørji einstakari skúlanevnd. Sostatt eru 9 skúlanevndarlimir í Felagsskúlanevndini, og teir koma úr hesum skúlanevndum:

Eiðis skúlanevnd, Kollafjarðar skúlanevnd, Gjáar skúlanevnd, Haldarsvíkar skúlanevnd, Tjørnuvíkar skúlanevnd, Hósvíkar skúlanevnd, Saksunar skúlanevnd, Hvalvíkar skúlanevnd og Sunda skúlanevnd.

Felagsskúlin á Oyrarbakka er einasti skúli í landinum av sínum slagi, við tað at hann bert hevur framhaldsdeild. Í skúlanum eru tríggir árgangir 8., 9. og 10. árgangur, og í hvørjum árgangi eru tveir ella tríggir flokkar, alt eftir hvussu stórt næmingatalið er. Tey seinnu árini hevur næmingatalið ligið millum 125 og 160 næmingar.


Vígdur í 1974

Fyrstu árini noyddust næmingar av Streymoynni at ganga eftir byrgingini, sum tá lá um Streymin; men 30. oktober 1973 varð Brúgvin um Streymin latin upp fyri ferðslu, og nú var lagaligari hjá næmingum at koma í skúla.

Fyrsta skúlaárið,1971/72, var ein 1.realflokkur, og árið eftir, 1972/73, vóru tveir flokkar: ein 1. real- og ein 2. real-flokkur. Í 1973/74 vórðu 3 flokkar tiknir inn aftrat: ein realflokkur og tveir 8. flokkar. Hesi trý skúlaárini 71/72, 72/73 og 73/74 mátti skúlin húsast ymsastaðni. Í 73/74 gingu tveir flokkar í Norðskála-Oyrar Skúla, ein í gamla skúla á Oyri, ein í gamla skúla við Norðskála og ein flokkur í Hvalvíkar Skúla. Í 1973 varð farið undir at byggja nýggjan skúla.

31. mars 1974 varð Felagsskúlin á Oyrarbakka vígdur og 1. apríl í 1974 var fyrsti skúladagur í nýggja skúlanum.

Norska byggifelagið Block Watne bygdi skúlan. Hann kostaði umleið 5,2 mill. kr. Sjálvur skúlabygningurin kostaði o.u. 3,7 mill. kr., innbúgvið eina knappa millión, spæliplássið og parkeringsplássið einar 300.000 kr.

25. oktober 1972 varð næmingafelag stovnað.

Næmingaráðið valdi eina blaðstjórn, sum gav út næmingablaðið ?Stjørnan?. Fyrsta blaðið kom út í oktober mánaði 1972.

Av givnum grundum gjørdist skjótt ov trongligt í skúlanum, og tí varð neyðugt at byggja afturat.

2. byggistig, sum byggifelagið Kanjon gjørdi, varð liðugt í 1980.

Higartil hava meir enn 1400 ungfólk í Sundalagnum gingið í Felagsskúlanum á Oyrarbakka, sum eisini hevur hýst næmingum aðrastaðni úr Føroyum.

Nú skúlabygningurin er 25 ár, ganga 125 næmingar í skúlanum, og 13 lærarar eru í føstum starvi.