Skálatrøð privatiserast!

Tórhavnar Býráð hevur samtykt at seta ein stýrisbólk, sum skal skipa fyri einari projektkapping fyri Skálatrøð í Føroyum og hinum norðanlondunum, um at gera eina heildarætlan fyri økið, og at fremja hesa í verki. Vinnandi projektbólkurin fær ræðisrætt yvir allari Skálatrøð í 30 til 60 ár fram í tíðina

PROJEKTKAPPING
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo

Nú skal ein heildarætlan gerast fyri alt økið á Skálatrøð.
    Sum er verður Skálatrøð fyri tað mesta bert nýtt til parkeringspláss, men stórur áhugi er fyri at gagnnýta økið betur. Fleiri verkætlanir eru lætnar býráðnum at taka støðu til gjøgnum árini, men nú ynskir býráðið, at ein heildarætlan fæst fyri økið.
    Býarskipanarumsitingin metir, at tíðin nú er búgvin at gera eina heildarætlan fyri Skálatrøð, har ætlanir verða gjørdar fyri nýtslu, bygging, ferðslu við meira, og at hetta verður gjørt á ein slíkan hátt, at ætlanir verða framdar í verki innanfyri eitt lutfalsliga stutt áramál, sum tað eitur í tilmælinum.
    Tað er á hesum grundarlagið, at skotið verður upp, at útskriva eina projektkapping í Føroyum og hinum norðanlondunum, um at gera eina heildarætlan fyri økið, og at fremja ætlanina í verki eftir einum framman undan avgjørdum leisti.
    Talan er um ein ógvuliga drúgvan leist, um ein so kann siga. Talan er um 27 punkt, ið skulu fylgjast, og harvið eisini gjølla útgreinað, hvørji fyrilit skulu takast í hesum sambandi.

Nógv fyrilit
Hesi fyrilit eru býtt upp í ymisk økir. Fyrsta er kappingarøkið, ið er sjálvt økið á Skálatrøð, sum talan er um. Har verður nevnt í seks punktum, hvat økið nágreiniliga umfatar.
    Ein av ásetingunum er, at upp til 25-30% av sjóøkinum innanfyri kappingarøkið kann fyllast út at byggja á, meðan pláss til smábátar tó bert má minka 10%, svarandi til 30 bátapláss.
    Næsta økið er slag av virksemi og bygging, og har verður sagt, at talið á parkeringsøkjum verður nærri ásett í byggiskránni. Og á tíðindafundinum týsmorgunin nevndi Heðin Mortensen, borgarstjóri, eisini møguleikan fyri at eitt parkeringshús verður bygt á økinum, sum helst kundi nøkta tann tørvin á einum lutfalsliga lítlum øki.
    Annars verður nevnt, at byggingin á økinum skal fevna um bygging til mentanarendamál so sum fundarhølir, hølir til messur og framsýningar, móttøku og veitslur, konsertir og fyrilestrar.
    Eisini skal bygging til tænastur, vendar at borgaranum, fara fram, eitt nú kunningarstova, ferðaskrivstova, almennar og kommunalar borgaratænastur og til skrivstovur til rakstrarfelag fyri alt økið.
    Hartil koma so handlar, matstovur, náttarlív, hotel, útirúm til uppihald og tiltøk og eitt sjónligt eyðkent varðtekin fyri Tórshavn.
    Her kann so skoytast uppí, at borgarstjórin í hesum sambandi nevndi eitt eftirhondini nógv umrøtt flótihotel sum ein møguleika. Eisini skoytti fíggjarnevndin á fundi uppí møguleika fyri bygging av bókasavni og íbúðum.

Privat
Eitt av áhugaverdu ásetingunum í allari verkætlanini er, at bólkar skulu fáa møguleika at lata inn projektuppskot. Talan verður um kapping, ið fer fram í tveimum stigum, og meðan bólkarnir í fyrra stigi ikki fáa nakra fíggjarliga samsýning fyri at lata inn projekt, verða eftir 1. útbjóðingarstig 5-6 bólkar valdir út at fara víðari til 2. Stig, og fáa teir 200.000 kr. í part at arbeiða við.
    Hesir bólkar skulu síðani lata inn projektuppskot, sum er á slíkum støði, at tað kann kostnaðarmetast og er tekniskt møguligt. Haraftrat skulu projektbólkarnir gera eina fíggjarliga lýsing av íløgum og rakstri av allari bygging á økinum.
    Tað serliga slóðbrótandi, ella óvanliga um ein vil, er so, at vinnandi bólkurin fær ræðisrætt á kappingarøkinum til at fremja heildarætlanina við einari langtíðarleigu upp á 30 til 60 ár.
    Tórshavnar Kommuna yvirtekur so alt tað bygda eftir, at langtíðar leigumálið er runnið út.
    Ein stýrisbólkur verður so valdur at skipa fyrireikingarnar í hesum sambandi, og ein dómsnevnd verður vald at meta um og taka støðu til innkomnu uppskotini, bæði í 1. og 2. Stigi.
    Á býráðsfundi mánakvøldið samtykti býráðið at taka undir við uppskotinum, og stýrisbólkurin er sostatt mannaður við fólki úr umsitingini umframt Jógvani Arge, Eyðun Hildursdóttir og Sjúrða Olsen úr býráðnum.
    Hetta er ein ógvuliga stór og umfatandi ætlan, sum allarhelst fer at krevja drúgva tíð at fáa endaliga upp á pláss.