Skáli er á veg aftur í næstbesta deildina

3. deild: Argjamenn taptu lykladystin á heimavølli, meðan Skáli ikki hevur tapt síðani 7. mai, tá AB vitjaði á Skála.

Nógv bendir á, at tað verður Skáli, sum fer at vinna 3. deild og harvið fer at flyta beinleiðis upp í næstbestu deildina. Skáli er eftir 13. umfarið fyri fyrstu ferð á árinum komin upp á fremsta plássið. Um úrslitini higartil verða brúkt sum grundarlag fyri vánirnar tað, sum er eftir av kappingini, so er møguleikin hjá skálamonnum fyri góðari úrtøku minst líka góður, sum hann er hjá AB. Argjamenn eru teir einastu, sum kappast við Skála um beinleiðis uppflytingina.

Um Skáli skal missa okkurt stigið fimm tey seinastu umførini, so er mest sannlíkt, at teir kunnu gera tað í næstseinasta umfarinum. Tá skulu teir spæla í Gundadali móti B36. Onkuntíð hevur B36 gott lið, og onkuntíð er tað minni gott.

Men sjálvt um Skáli møguliga verður fyri stigatapið í Gundadali, so kunnu teir alíkavæl vinna beinleiðis uppflytingina. Kappingarneytarnir úr AB hava ikki verið so støðugir síðani undan summarsteðginum. Vit nevndu undan summarfrítíðini, at teir taptu á heimavølli móti B71. Síðani hava teir vunnið 5?4 í Klaksvík, og sjálvt um teir smurdu eitt illa mannað vágalið av 11?0, so ber 5?3 tapið á heimavølli móti Skála við sær, at tað í fyrstu atløgu verður torført at røkka málinum, sum er at spæla í næstbestu deildini komandi ár. AB fær í síðsta umfarinum vitjan av B36, og tað verður ivaleysa torført.

Tíðliga í kappingarárinum bendi einki á, at Skáli, sum flutti niður úr 2. deild í fjør, skuldi vera við í kappingini um fremsta plássið. Teir taptu tríggjar teir fyrstu dystirnar. Eftir vitjanina í Klaksvík, har teir vóru óhepnir at dystast við teir næstbestu í KÍ, og eftir at teir høvdu verið í Vágum og høvdu havt vitjan av AB, var stigapjøkin púra tómur, og málmunurin var 2?11.

Síðani hevur tað gingið sum eftir ánni hjá skálamonnum. Burtursæð frá málleysa javnleikinum á Svangaskarði í 6. umfarinum hava teir fingið fult hvørja ferð.

At tað tók rúma tíð hjá skálamonnum at koma fyri seg í komst m.a. av, at fleiri vóru upptiknir av hondbóltinum. Nú er í flestu støðum sjøtul settur á fyrireikingarnar til nýggja hondbóltsárið. Tí er møguleikin ikki óhugsandi, at tað fer at ávirka fólkafrundarlagið undir oddaliðnum, og spurningurin hevur onkuntíð verið frammi, um teir á Skála eru serliga áhugaðir í at spæla í næstbestu fótbóltsdeildini. Í hvussu so er kunnu vit siga, at teir fyribils hava spælt seg til ovasta plássið, og so fáa vit at síggja, um teir megna at halda stílin, sjálvt um hondbólturin aftur verður settur fremst hjá fleiri á vestara arminum á Skálafjørðinum.


ÍF illa spert

Í botninum eru tað serliga fuglfirðingar, sum eru illa fyri. Síðsta sunnudag vóru teir í Klaksvík og spældu um at sleppa av aftasta plássinum. KÍ hevði fleiri av eykamonnunum í 1. deild, sum ikki vóru komnir inn ímóti GÍ, á liðnum, og í 2. hálvleiki kom hetta væl til sjóndar.

ÍF hevur altíð í níti árunum ligið fram ímóti heiðursmerkjum, men nú sær ikki væl út. KÍ, sum í Vági tapti 12?0 (Per Joensen, sum hevur verið í Íslandi, var við á VB liðnum og skoraði átta mál), hevur sett hjálparvenjaran hjá Tomislav Sivic, Bill Jacobsen, at hava ábyrgdina av 3. deildarliðnum. Nú manna teir liðið við eykamonnum í 1. og 2. deild og so onkrum unglingum afturat.

Næstbesta liðið hjá B68 hevur ferðast nógv ímillum 2. og 3. deild. Í ár hevur ligið illa fyri. Teir fingu trý stig, tá TB ikki møtti á Svangaskarði. Tvørámenn søgdu seg ikki vera førar fyri at manna lið, tí ein studentaskúlaflokkur var í Portugal.

Vágamenn eru ikki heilt leysir úr botninum, men tað skal ganga illa, um teir skulu flyta niður. Manningin hevur ikki verið nakað serlig. Albert Ellefsen spældi við, tá teir vunnu 6?3 ímóti oddaliðnum úr B36.


Úrslit


11. umfar ? 6. august


Skáli ? FS Vágar 6?0

(4?0)

1?0: sjálvmál 19.

2?0: Anfinnur Joensen 24.

3?0: Pauli Hansen 41.

4?0: Kaysten Rasmussen 44.

5?0: Hans Kristian Djurhuus 64.

6?0: Hans Kristian Djurhuus 89.


B36?B68 4?0 (2?0)

1?0: Regin Arge 13.

2?0: Allan Manai br 27.

3?0: Jóannes Guttesen 46.

4?0: Petur M. Johansen 87.


TB?ÍF 2?1 (1?0)

1?0: Sten Sørensen 43.

2?0: André Dalfoss 55.

2?1: Henry Petersen 75.

Reytt kort: Fróði Poulsen, ÍF


B71?VB 5?0 (2?0)

1?0: Kristoffur Vidtfeldt 27.

2?0: Eirikur Poulsen 36.

3?0: Kristoffur Vidtfeldt 69.

4?0: Antines Magnussen 78.

5?0: Bjørn Thorsteinsson 89.


KÍ?AB 4?5 (3?1)

0?1: sjálvmál 8.

1?1: Bárður Andreasen 9.

2?1: Bárður Andreasen 26.

3?1: Leon Bjartalíð 39.

4?1: Leon Bjartalíð 51.

4?2: Benny Poulsen 67.

4?3: Svend Poulsen 72.

4?4: Svend Poulsen 82.

4?5: Svend Poulsen 85.

Reytt kort: Atli Jacobsen, KÍ, 45.


12. umfar ?

13. august


FS Vágar?B36 6?3 (1?2)

0?1: Regin Arge 15.

0?2: Kári Johansen 28.

1?2: Georg Haraldsen 30.

2?2: Jóhan Nielsen 54.

3?2: Petur Niclassen 55.

4?2: Georg Haraldsen 65.

5?2: Magnus Simonsen 74.

5?3: Regin Arge 82.

6?3: Petur Niclassen 90.


B68?TB

B68 uttan dyst


ÍF?B71 7?2 (2?1)

0?1: Eirikur Poulsen 14.

1?1: Jákup Baldvinsson 19.

2?1: Jógvan Anfinn Jacobsen 44.

3?1: Jógvan Anfinn Jacobsen 46.

4?1: Høgni Zachariasen 50.

5?1: Jákup Baldvinsson 53.

5?2: Kristoffur Vidtfeldt 80.

6?2: Janus Petersen 85.

7?2: Jógvan Anfinn Jacobsen 88.


VB?KÍ 11?0 (7?0)

1?0: Per Joensen 4.

2?0: Per Joensen 7.

3?0: Per Joensen 15.

4?0: Per Joensen 22.

5?0: Hans Allan Niclassen 24.

6?0: Per Joensen 35.

7?0: Per Joensen 45.

8?0: Per Joensen 46.

9?0: Sølvi Joensen 47.

10?0: Hans Jákup Hjelm 63.

11?0: Per Joensen 81.


AB?Skáli 3?5 (1?4)

1?0: Magnus Hentze 9.

1?1: Ólavur Olsen 11.

1?2: Hans Kristian Djurhuus 28.

1?3: Hans Kristian Djurhuus 34.

1?4: Marius Joensen 37.

1?5: Pauli Hansen 53.

2?5: Svend Poulsen 61.

3?5: Sigurd Vatnhamar 90.


13. umfar ?

20. august


AB?FS Vágar 11?0 (2?0)

1?0: Svend Poulsen 8.

2?0: Magnus Hentze 20.

3?0: Svend Poulsen 50.

4?0: Svend Poulsen 55.

5?0: Fróði Stenberg 63.

6?0: Magnus Hentze 67.

7?0: Hallur Petersen 77.

8?0: Svend Poulsen 78.

9?0: Svend Poulsen 83.

10?0: Svend Poulsen 86.

11?0: Svend Poulsen 90.


Reytt kort: Jóhan Nielsen, FSV, 45.


B71?B68 4?3 (3?1)

1?0: Páll á Reynatúgvu 10.

2?0: sjálvmál 17.

2?1: Aksel Højgaard 40.

3?1: Kristoffur Vidtfeldt 44.

4?1: Páll á Reynatúgvu 49.

4?2: Aksel Højgaard 52.

4?3: Aksel Højgaard 65.

Reytt kort: Hansmar Poulsen, B68, 55.


TB?B36 3?2 (2?0)

1?0: Jóhannes Johannesen 14.

2?0: Lynge Nielsen 23.

3?0: Jóhannes Johannesen 56.

3?1: Hans Jacob Heinesen br 70.

3?2: Allan Manai 75.


KÍ?ÍF 5?2 (0?0)

1?0: Aksel Johannesen 48.

2?0: Helmar Lassen 58.

2?1: John Thomsen 66.

3?1: Hjalgrím Elttør 69.

4?1: Símun Joensen 83.

5?1: Helmar Lassen 84.

5?2: Hergeir Eldevig 86.


Skáli?VB 3?2 (2?1)

1?0: Pauli Hansen 16.

1?1: Sølvi Joensen 25.

2?1: Marius Joensen 26.

2?2: Hans Jákup Hjelm 53.

3?2: Marius Joensen 79.


Reytt kort: Arnhold Berg, Skáli, 90.