Nám hevur gjørt sáttmála við Anton Petersen um filmin Skýming, sum í gjár fekk gávugóðs úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum.
Sáttmálin ásetur at Nám kann leggja filmin á undirvísingarportalin Snar, so allir skúlar í landinum kunnu síggja hann. Eisini fara uppgávur at verða gjørdar, so filmurin kann brúkast í framhaldsdeild fólkaskúlans og á miðnami.
Nám hevur á sama hátt keypt rættindini til at vísa filmin Passasjeren í skúlunum og gjørt uppgávur til filmin.
Í januar skipaði Nám fyri skeiði at brúka stuttfilm í undirvísingini. Tá segði skeiðslærarin, Jan Berg Jørgensen, at lærarar kring landið sóknast stórliga eftir at fáa føroysku stuttfilmarnar tøkar til undirvísingina.
- Hepnast henda ætlan væl, so verður hildið fram at skapa eitt savn av føroyskum stuttfilmum til undirvísing, sum er opið fyri allar skúlar í landinum at brúka, sigur Magnus Tausen, stjóri í Námi.
(Á myndini skriva Anton Petersen, filmsleikstjóri, og Magnus Tausen, stjóri í Námi, undir sáttmálan at brúka filmin Skýming í skúlanum)