Fríggjadagin tann 23. mai 1879 gongur Broje, seinni kallaður Kirkjubáturin, burtur á veg heim frá handilsferð til Klaksvíkar. Teir høvdu verið í Klaksvík eftir viði at umvæla kirkjuna við.
Báturin fór úr Klaksvík um hálvgum tvey tíðina seinnapartin. Tveir lorvíkingar greiddu frá í forhoyri, at teir høvdu sæð bátin, og at hann var tungt løddur av borðviði og stokkum og hevði grót sum barlast.
Tað var longu væl av vindi av suðri, tá ið teir fara av Klaksvík. Vindurin bara vaks og streymurin var harður.
Lorvíkingar sóu bátin koma um fjørðin seinnapartin um dagin fara suður við, men teir hava verið ov seinir á sjóvarfallinum. Tað verður sagt, at báturin var seinkaður í mun til sjóvarfallið, tí teir høvdu eitt ferðafólk við, sum varð sett av í Kallsoynni.
Seinni um dagin síggja teir eitt vrak fara rekandi við streyminum norð gjøgnum fjørðin. Tað var so ringt veður, at teir sóu ikki hvat tað var. Teir mannaðu beinanvegin tíggjumannafar at vita, hvat hetta mundi vera. Teir koma fram á gøtubátin, sum bert fleyt á borðviðinum. Líkið av Hans Jacob hjá Glyvra-Hanusi fleyt í bátinum. Vegna veður máttu teir lata bátin fara, men líkið tóku teir við.
Komnir til lands royndu teir alt, teir kundu at fáa lív í Hans Jacob, men til fánýtis. Hóast veðrið var av tí ringastu leitaðu lorvíkingar eftir fleiri líkum, men uttan úrslit. Seinni varð to líkið av Jóan Fredrik í Súnastovu rikið á land.
Teir ið fórust vóru:
1. Jákup í Blásastovu (Jacob Jacobsen), 50 ár og bóndi. Eftir hann sótu einkjan Rakul og 22 ára gamla dóttirin Elspa Katrina, sum giftist við Tummas, húskallinum av Strondum.
2. Líggjas í Jákupsstovu (Elias Hansen) var 41 ára gamal og bóndi. Eftur hann sótu einkja og fýra ómyndug børn. Tey vóru Hans Petur f. 1864, Johan Símun f. 1870, Magnina f.1877 og Petur Hans f. 1879, kallaður Langi Petur Hans.
3. Andrass (Andreas Joensen) var 66 ára gamal einkjumaður. Hann átti fýra børn. Tey vóru Marsanna, Dorthea, giftist við Eyða í Blásastovu, Jóhanna, giftist við Jákup í Frammistovu og Sámal Jákup.
4. Jóan Fredrik í Súnastovu (Joen Frederik Heinesen) var 56 ár og ógiftur. Hann átti fýra systkin. Eitt av teimum var Abraham í Súnastovu.
5. Hans Jacob hjá Glyvra-Hanusi (Hans Jacob Hansen),37 ár og giftur, átti fýra børn. Var abbi Hans Jacob Havstreym.
Hetta er ikki einastu ferð, at bátur á handilsferð til Klaksvíkar gongur burtur. Tann 16. februar 1847 umkomst ein gøtubátur, sum hevði verið í handilsørindum í Klaksvík út fyri lendingini í Syðrugøtu, og ein maður druknaði. Tað var 50 ára gamli David Joensen, kongsbóndi í Syðrugøtu.
J. Símun Hansen greiðir frá fýra øðrum tilburðum hjá bátum úr Fuglafirði og Lorvík á handilsferð, sum hava kostað mannalív.
Aftur vanlukka í 1884
Longu 20. mars 1884 gekk “Nólsoyingurin” burtur á Fuglfjarðaboðunum á veg heim av útróðri. Her fórust 8 norðragøtumenn.
Teir vóru:
1. Martinus í Jákupsstovu, 32 ár. Hann var giftur við einkjuni eftir bróðurin Líggjas, sum fórst við Broje. Tey áttu eitt barn.
2. Hans Jacob hjá Peri, 48 ár, átti 4 ómyndug børn.
3. Jóan Karl í Mortanstovu, 39 ár og ógiftur.
4. Jákup á Brúnni, 16 ár. Sonur Símun Petur á Brúnni og beiggi Jákup Simonsen, ið gjørdist lærari í Gøtu alla sína tíð.
5. Jákup Petur í Pállstovu, 52 ár, einkjumaður uttan børn.
6. Símin Pauli i Jørundstovu, 59 ár og bóndi. Fýra børn sótu eftir.
7. Jóan Petur í Jørundsstovu, 25 ár, ógiftur. Elsti sonur Símun Paula.
8. Óla Jákup í Tjørnustovu, 37 ár, ógiftur, borin til festið
Samløgan
Sama dag sum Nólsoyingurin gekk burtur gekk Samløgan frá Gjógv burtur eisini við átta monnum. Í Gjáarsøguni hjá Peter Jacob Sigvardsen verður endurgivin frásøgn hjá gjáarmanni, sum var á útróðri sama dag. Hann greiddi soleiðis frá hesum degi:
“Teir høvdu sett úti í Miðhavinum, tá hann knappliga brast á av landnyrðingi við ringum sjógvi. Teir kvikaðu sær at taka eini átta stykki av línu inn í bátin. Pápi stýrdi. Hann plagdi at siga, at hetta var tað versta, hann hevði siglt uttan av havi. Tað var at liggja og skáka undan sjógvi. Eisini var ein sjógvur so nær, at har var eingin møguleiki at sleppa undan. Við hesi øgiligu ferðini tók hann bátin og rendi hann beint uppí. Hann brestist so, at teir væntaðu, at báturin smildraðist sundur. Men báturin helt.
Í gerðarbókini hjá løgregluni í Eysturoy verður m.a. sagt:
“Atter maa vi berette om to sørgelige Ulykkestilfælde, som indtraf den 20de d. M. Fra hver af Bygderne Gjov og Nordregøte paa Østerø forliste en Ottemandsfarer og Mandskabet druknede, i alt 16 Mand, der efterlader 7 Enker og 23 ukonfirmerede Børn.
Om Morgenen var Vejret godt, men hen ad Formiddagen blæste det stærkt op, og Søen blev meget oprørt med enkelte Braadsøer, der gjorde skade hvor de traf.
Paa flere Baade pressede man Lever ud og kastede den for at stille Søen, hvad der rimeligvis har hjulpet flere. Mange var nær ved at forulykke. Fisk, Skrin og Redskaber skyllede over Bord…
Hetta gevur uttan iva eina ábending um umstøðurnar hjá Nólsoyinginum.
Við hesum báðum vanlukkum vóru 13 mans farnir á sjónum í bygdini í 5 ár. Av teimum 23 húsunum í Norðragøtu vóru 11 hús rakt. Tey vóru Tjørnustova, Blásastova, hjá Andrassi, hjá Glyvra Hanusi, frammi í Jákupsstovu, 2 mans, hjá Peri, Súnastova, Mortanstova, Pállstova, Jørundstova (2 mans) og á Brúnni. Allir í sama grannalagi.
Í juli 1890 gingu tveir mans burtur við Gøtugjógv á Norðfjørðinum í Íslandi. Tað vóru brøðurnir Hans Pauli og Johan Hendrik Olsen frá Gøtugjógv.
Cyclone
Í 1903 gongur Cyclone burtur. Tá sjótast seks gøtumenn. Teir vóru Otto í Ólastovu, 18 ár, Hans Petur, sonur Óla Jákup á Bakkanum, 19 ár, Grækaris fyri oman Oyruna, 24 ár og Jóan Petur í Guttastovu, 46 ár. Hesir vóru úr Syðrugøtu. Frá Gøtugjógv vóru Óli í Mikkjalstoft, 21 ár og Olivur á Trøðni, 17 ár.
Tað vóru 16 menn við Cyclone. Eingin kundi skilja, hvat ið var hent, tí veðrið var av tí besta.
Tulip
Í 1904 gongur Tulip burtur við hesum monnum:
Hans Frederik Hansen, 30 ár, skipari
Peter Jacob Hansen, 26 ár
Samuel Peter Joensen, 22 ár
Joen Pauli Poulsen, 29 ár
Simon Peter Olsen, 21 ár
Carl Fr. Olsen, 26 ár.
Hans Frederik og Joen Pauli vóru giftir.
22. mars 1918 umkomust tveir mans úr Norðragøtu á Gøtuvík. Tað vóru svágrarnir Per úti í Jákupsstovu og Magnus í Súnastovu. Per var 41 ár og ógiftur. Hann var einasti sonur hjá Hans Jacob hjá Peri, sum fórst við Nólsoyinginum í 1884. Magnus var 56 ár og giftur. Hann átti son og tvær døtur.
Vanlukkuna á Gøtuvík í 1944 greiddu vit frá í seinasta parti.