Skal møguliga í grundlógaravhoyr

- Vit hava enn ikki tikið støðu til, um maðurin skal møta í grundlógaravhoyri, sigur Martin Gravesen, varafúti.

 

Talan er um mannin, sum í gjárkvøldið varð handtikin fyri at veipa við eini øks á alfararvegi í Miðvági.

 

- Enn hava vit ikki heilt fingið greiðu á, júst hvat er farið fram í Miðvági, og tí er ikki greitt enn, hvussu leingi vit ætla at halda manninum aftur, sigur varafútin, men váttar, at maðurin hevur ligið á bóli í varðhaldinum í nátt.

 

Martin Gravesen sigur, at nógv vitni eru til hendingina, so hann væntar, at løgreglan fær eina greiða mynd av málinum, tá kanningararbeiðið er liðugt.

- Tað er greitt, at maðurin hevur havt ein sera hóttandi og harðligan atburð og hevur veipað við eini øks, men um hann hevur hótt nøkur fólk ítøkiliga er mær ikki heilt greitt enn. Hann hevur tó framt herverk á onkrar parkeraðar bilar, sigur Martin Gravesen.