Skal skipa arbeiðið í fiskivinnubólkinum

Hans Ellefsen, búskaparfrøðingur, verður í stóran mun toghaldari í nýggju fiskivinnunevndini hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni.

Hóast navnið javnan er at hoyra í miðlunum í samband við búskaparligar frágreiðingar, millum annað frá Búskaparráðnum, so er hann ikki serliga væl kendur í almenna rúminum, næstformaðurin í nýggju kommisiónini, sum skal gera uppskot til nýggja føroyska fiskivinnuskipan. 

 

Hans Ellefsen, búskaparfrøðingur, er 42 ára gamal og úr Havn. Útbúgvingina hevur hann úr Keypmannahavn og starvsroyndirnar fyri stóran part úr Landsbanka Føroya. Í løtuni er hann skrivari í Búskaparráðnum og eftir summarið skal hann undirvísa í búskapi á Fróðskaparsetrinum.

 

Seinastu tvey árini hevur hann verið partur av føroyska samráðingartoyminum, sum samskiftir við onnur lond um kvotur og ger altjóða avtalur um svartkjaft, sild og makrel.

 

Hans Ellefsen er næstformaður við víðkaðum heimildum í fiskivinnunevndini. Formaðurin, Johnny í Grótinum, er eisini sjúkrahússtjóri, og tí verður tað allarhelst í stóran mun Hans Ellefsen, sum skal skipa og leggja arbeiðið til rættis. 

 

Nevndin hevur enn ikki lagt nakra arbeiðsætlan, men fyrsti fundurin verður fríggjadagin, og tá er ætlanin at leggja arbeiðið til rættis. Nevndin hevur fingið ein defineraðan politikk á økinum at fyrihalda seg til, og uppgávan hjá nevndini verður síðani at gera uppskot til, hvussu málini skulu røkkast.

 

Ein longri samrøða við Hans Ellefsen er at lesa í Vinnuni, vinnublaðnum hjá Miðlahúsinum, sum er til keyps í sølubúðunum.