Skála saknar stuðulsspælara

Eftir langan skaðasteðg er B68 miðverji aftur millum teir fyrstu ellivu

Á Svangaskarði er tað nú klokkan 18.30 sera avgerandi dystur um at sleppa undan níggjunda plássinum.

 

B68 er á níggjunda plássi við 17 stigum, og mótstøðuliðið í kvøld er Skála, sum á áttanda plássi hevur 18 stig.

 

Hjá B68 kemur tað væl við, at miðverjin Aron Reinert Hansen er komin so væl fyri seg, at hann í kvøld er miðverji. Skaði í økslini er orsøk til, at hann ikki hevur verið millum teir fyrstu ellivu síðani 18. august.

 

Í kvøld er Bárður Ó. Jensen á beinkinum, meðan Villiam Emil Klein ikki er á listanum. Áki Johannesen, Alex Mellemgaard og Fríði á Borg eru langtíðarskaddir.

 

Á Skálaliðnum eru fýra broytingar sammett við mánakvøldið, tá ið Skála á heimavølli tapti 3-0 ímóti Víkingi.

 

Dyggur smeitur er tað, at Ragnar Skála ikki er tøkur. Hann hevur higartil í ár verið stuðulsspælari á Skála. Nýggir á liðnum í kvøld sammett við mánakvøldið eru Bjarti Thorleifsson á vongverjanum í høgru, Jákup Jakobsen í miðverjuni, Nicolai Dohn, sum er tøkur aftur eftir leikbann og Dávid Johansen, sum hevur verið skaddur.

 

Umframt Ragnar Skála eru hinir, sum ikki eru millum teir fyrstu ellivu í kvøld, Markus Hellisdal, Andreas Egebjerg Jacobsen og Ervin Rasmussen.

 

 

 

B68 – Skála kl. 18.30

 

Dómari: Dagfinn Forná

 

B68: Tórður Thomsen – Fríði í Túni Petersen, Aleksandur Ólavsson Jensen, Aron Reinert Hansen, Hjalti Strømsten – Hanus Højgaard, Sebastian Lau Nielsen, Ragnar Samuelsen – Bartal Páll Klein, Brian Jakobsen, Jóhan Josephsen

 

Skála: Karstin Hansen – Bjarti Thorleifsson, Jákup Jakobsen, Kristian Martin Jakobsen, Djóni Petersen – Emil Rosenberg, Karl Martin Johansen, Nicolai Dohn – Dávid Johansen, Maxwell Effiom, Marjus Nón