Tað var fagnaður í heimaleguni, og tað var vónbrot í leguni hjá gestunum, tá ið Petur Reinert bríkslaði fyri síðstu ferð í sólini og fríska høgættarlotinum undir Mýruhjalla seinnapartin.
Tað var málleyst í fyrra hálvleiki, og tað endaði 1-1.
B36 hevði fríska lotið undan í fyrra hálvleiki, sum endaði málleysur.
Tí var tað ikki so undarligt, um teir á heimaliðnum vóru spentir um, at tað eftir steðgin fór at eydnast teimum at skora mál og vinna stig.
Men tað var B36, sum setti hol á. Málskjútti var skálamaðurin í B36, Brian Jakobsen, sum av álvara hevur funnið máltevið aftur, eftir at hann leingi hevur verið illa skaddur. Brian Jakobsen skoraði annað B36 málið í landskappingarsigrinum á útivølli ímóti NSÍ, og hann skoraði tvey mál, tá ið B36 vann 4-1 á útivølli ímóti NSÍ í kappingini um løgmanssteypið.
Í dag var hann upp á spæl smáar tíggju minuttir eftir steðgin. Talan var um framlegging av miðásinum og eitt vet til vinstru, har Brian Jakobsen av málteigarsamankomingini potaði bóltin í málið.
Skálamenn megnaðu at reisa seg og svara aftur. Teir javnaðu til 1-1, tá ið tað restaðu átta minuttir. Vongverjin í vinstru Djóni Petersen legði flatt innfyri eftir fínt álop, og við handara stólpa og úr stuttari fjarstøðu var tað innskifti Dávid Johansen, sum stýrdi bóltin í málið.
Dávid Johansen var skiftur inn, tá ið eitt korter var eftir, og málið hjá honum í dag var tað fyrsta nakrantíð á besta liðnum, har 25 ára gamli Dávid Johansen hevur spælt 14 dystir.
Skála – B36 1-1 (0-0)
0-1: Brian Jakobsen 54.
1-1: Dávid Johansen 82.
Dómari: Petur Reinert
Skála: Jákup Nolsøe Olsen – Teitur R. Joensen, Jákup Jakobsen, Vukasin Tomic, Djóni Petersen – Ari Ó. Ellingsgaard, Steinbjørn Olsen – Poul Kallsberg, Emil Weihe Joensen, Andreas Egeberg Jacobsen – Jan Ingason Hansen
Gult kort:
Venjari: Michael Bjørn Nielsen
B36: Mattias Lamhauge – Benjamin Heinesen, Thor Høholt, Sonni Ragnar Nattestad, Magnus Egilsson – Ragnar Samuelsen, Eli Falkvard Nielsen – Símun Samuelsen, Andrass Johansen, Bjarki C. Nielsen – Brian Jakobsen
Gult kort: Thor Høholt, Sonni Ragnar Nattestad
Venjari: Dan Brimsvík