Í blaðnum í gjár greiddu vit frá einum skalvalopi á Galvinum á Kalsoynni, har vandi var fyri, at einir 20 seyðir fóru fyri bakka.
Vit tosaðu í gjár við Bjørn Kalsø og spurdu hvussu støðan var.
? Tað vísti at standa betri til enn vætnað. Vit fingu seks seyðir upp í bátin. Restin hevði kropið sær niðaneftir.
? Tveir seyðir vóru so illa fyri, at teir máttu avlívast. Men annars sluppu vit øgiliga væl, tíbetur.
Bjørn Kalsø sigur eisini, at tað nú sær eitt sindur betri út í haganum.
? Seyðurin stóð fastur, og fekk ikki nakað at eta, men nú sleppa teir til grasið aftur, so nú vóna vit bara, at veðrið ikki versnar.