Skansi cup verður 30. november

Fyri fyrstu ferð verður Skansi Cup

 

Tíðindaskriv

 

Skansi Cup er ein kapping sum lítur frameftir verður hildin hvørt ár, og er klubkappingin hjá Styrkifelagnum Stoyt. 

Hendan kappingin er ikki sum aðrar vektlyftingarkappingar vanliga plaga at vera. Tað verður kappast í trekk og vend & stoyt, men nakrir av teimum vanligu kappingar reglunum vera broyttir ella tiknir heilt burtur. 

Eitt nú reglan um at man bert kann luttaka um tað verður lyft í trikot (kappingar drakt), verður tikin burtur. Tískil velur lyftarin sjálvur, um hann er í trikot ella ei. Reglan um stem, (at albogarnir skulu vera strekrir, tá ið man loftar vektstongini yvir høvd) verður eisini tikin burtur. Hesar broytingar, saman við øðrum, verða gjørdar fyri at tað ikki skal vera so raðandi hjá nýggjum lyftarum at luttaka, samstundis sum tað ger ítróttin meira áskoðara vinarligan.

Um tú ert áhugaður, ella veist um onkran er áhugaður, at luttaka í kappingini, so kann hetta gerast á heimasíðu okkara www.stoyt.fo/event-details/skansi-cup. Ella við at fara inná heimasíðuna www.stoyt.fo, trýsta á "Tiltøk", finn Skansi Cup og trýst á "Melda til". Síðani fylgir man vegleiðingunum.

Skrin og aðrar praktiskar upplýsingar viðvíkjandi kappingina koma út tættari at kappingar degnum. 

Kappingin verður hildin í heimstaðnum hjá bæði Stoyt og Tvørmegi, í Slættanesgøtu 11.