Endamálið við lækkingini í partafelagsskattinum skuldi vera konsolidering av vinnulívinum og ein roynd at draga útlendskan kapital til Føroya. Fíggjarmálastýrið hevur neyvan hugsað um, at tað ber ikki til at lóggeva fyri konsolidering. Ein aðalfundur, ið er hægsti myndugleiki í einum partafelag, kann játta sær sjálvum(partaeigurm) ?konsolideringina? út sum vinningbýti beinleiðis í egnan lumma. So er einki uppspart í felagnum, og við galdandi vinningsbýtisskatti (35%) veðrur samlaði skatturin (partafelagsskattur+vinningsbýtisskattur) 48%. Hetta er munandi lægri, enn tað marginalskattatrýst, ið flestu føroyskir løntakarar liva undir. Løntakarar í t.d. Vestmanna, Miðvági, Sandi, Tvøroyri, Vági og Skopun, og sum vinna meira enn 140.000 kr., liva við einum marginalskattatýrsti (tvs. skatturin av seinastu fortjentu krónuni) uppá 62,25%. Tvs. fyri at ráða yvir 1 krónu meira skulu teir forvinna nærum 3 kr. Hesi fólk fáa einki frá skattamálaráðharranum, men teir millióningar, ið hava sína ogn í partabrøvum, fáa nú eina óvanliga gávu frá landsstýrinum. Vinnuavkastið hjá partaeigarum verður nú skattað við 10-15% lægri enn hjá tí, ið skal stríðast fyri sína inntøku. Men tey, ið sleppa frá at stríðast fyri inntøkuna - partaeigaraavkast, rinda væl minni í skatt av sínum avkasti. Politikkur landsstýrisins er púra greiður: tey ríku skulu gerast ríkari, og løntakarin skal bløða.
TJÓÐVELDISFLOKKURIN situr á skattamálum. Í stevnuskrá floksins, vil flokkurin gera seg til verja teirra minni mentu. Men ein meira ultra borgarligan skattapolitikk hava vit ongantíð áður sæð her á landi. Fullveldismálið eigur so stóran part av flokspolitikkinum, at hann hevur gloymt, hvat hann áður stóð fyri. Samgongan lovaði skatalætta í samgonguskjalinum. Nú vita vit, at hann bert var ætlaður teimum vælbjargaðu. Tá talan hevur verið um at veitt vanliga løntakaranum skattalætta hevur fíggjarmálaráðharrin sagt, at búskapurin er ov heitur. Men tá lættast skal um skattin á kapitalílgøum er einki óført. At hetta eisini hitar búskapin kemur kanska ikki til hugs. Tað er sostatt bert skattatrýstið hjá vanliga løntakaranum, ið skal nýtast sum stýringsamboð í búskaparpolitikki landsstýrisins. Tjóðveldisflokkurin hevur áður átt veljarar millum arbeiðandi fólki. Tað kundi verið verið áhugavert at vita, hvat hesin veljarin sigur til, at hann framhaldandi skal liva við tí høga skattatrýstinum frá búskaparkreppuni fyri at landsstýrið kann fíggja skattalættan hjá ríkmannastættini í Føroyum. Spurningur okkara til fíggjarmálaráðharran er: hví lækkar partafelagsskatturin samstundis sum persónsskatturin framvegir er óbroyttur. Teir flestu løntakarar hava ein marginalskatt uppá nærum 60%!!! Kann landsstýrið verja ein skattapolitikk har tey, ið fáa mest, gjalda minst?u einglar góðir. Hetta var ikki av hugarøsing. Hitt annars so fleksibla sinni gav eisini rúm fyri gomlu norrønu guðunum. Í virðing fyri søgunnar gongd. Har var vítt til veggja og høgt til loftið.
Nógv er broytt síðani, - heldur til tað verra. Nú frættist at gøtumenn illani fáa gingið í sama halgidómi. Orsøkin er fremmandur kirkjuovasti, ið hevur biðið fyri tveimum monnum, ið fyri tey heterosexuellu hava tann merkiliga kynsliga hugin, at fara til songar saman. Og at búleika saman. Avgerðin má verða teirra, og hvatið hendir teimum á ævigu veiðuakrunum, tað viðkemur ikki trongskygdum mannabørnum, at taka støðu til. Tað má verða upp til hin alvalda. Tað kann ikki skaða teirra lagnu, at biði verður fyri teimum.
Kanska var lesturin títtari enn kirkjugongdin. Kirkjan lá so langt burturi. Gamli baptistasalurin lá nærri. Og átøkur einum bíbilskum figuri, stjórnaði okkara góði granni, Godtfred Thomsen, einum sunnudagsskúla sum eg bara minnist gott afturá. Minnist meg ikki at hava hoyrt orð grett um, at nakað skeivt var í hesum, at hoyra til kirkjuna og samstundis at ganga í sunnudagsskúlanum, sum einaferð stóð har norðuri á Nesi, omanfyri Fiskamjøl. Og søgan úr Dungahúsunum, her omanfyri, boðar frá sama kodeksi. Evensen próstur gisti altíð hjá Onnu Kristinu og Petur Jacob. Tað vórðu tey ið uppfostraðu hina livandi legenduna, Ludda á Dunganum. Og Evensen var ikki hvør sum helst, prestarnir høvdu tá eitt status, sum lá onkustaðni ímillum drottin og menniskja, og tí mátti alt verða so serliga væl uppleinað, tá ið hann kom á gátt.
Evensen & Sloan
hittast á Dunganum
Tey gomlu har í húsinum høvdu eitt torveyga, harið torvið var serliga gott. Og tað mátti goymast. Skuldi ikki leggjast í bíleggaraovnin fyrrenn prestur kom. Gamli Sloan var eisini vanur at gista har. Og tað einu ferðina komu teir báðir í senn á vitjan. Tá vistu tey gomlu húsfólkini ikki hvatið var til ráða at taka. Har var bara ein song til hesar báðar hátíðarligu gestir. Ivasemið og kanska eitt sindur av ráðaloysi á Dunganum. Evensen loysti knútin. Avdramatiseraði problematikkin. Bað tey gerða sum tey vóru von. Leggja sama torv í bíleggaraovnin, seta sama matin á borðið og síðani at lata teir báðar William liggja í somu song. Einasta treytin frá hansara síðu varð, at Sloan skuldi halda sína sertrúgv fyri seg sjálvan, ímeðan teir lógu í seingini. Og so var gjørt. Og morgunin eftir komu teir báðir framaftur, líka óskalaðir sum teir løgdust, og hildu síðani áfram við hvør sínum andaliga virksemi. Minnist hetta sama hjá abba mínum úti á Glyvrum, harið Kristian Osvald Viderø & Eliesar Poulsen plagdu at gista. Tað ber til at liva saman við ymiskum hugsanum, eisini á hesum øki. Tí harmaði tað, at forsíðurnar á landsbløðunum skúmaðu eitt religiónskríggj upp í Gøtu. Eitt Jihad sum ongastaðni hoyrir heima. Her má onkur boyggja seg. Fólkakirkjan má framhaldandi verða hin stóra traktin, sum tekur ímóti øllum, - eingin undantikin.
Tað frættist lítið úr Gøtu eftir deyða Tróndar, og nógv ár fram. Eftir sóttina svørtu og fram ígjøgnum trúbótina er mestsum tøgn. Bygdirnar hava ivaleyst verið fámentar. Stríðið fyri uppihaldinum hevur tikið alla orkuna, har hevur ongin yvirskotsmáttur verið til andaligt høvuðbrýggj. Ein gøtumaður ið hevði silgt úti, hetta var í átjandu øld, hevði vitjað í heilaga landinum. Tá ið hann kom aftur til landa, spurdi bygdafólkið, hvussu hann hevði borið seg at, við at koma niður aftur til jarðar. Hetta sigur kanska nakað um ringa standin.
Gøta og hennara rolla
í tjóðskaparstríðnum
Men sum so mangastaðni festi tjóðskaparrørslan eld í. Eisini her. Gøtan hjá Tróndi varð uppafturgrivin. Annað ljós varð varpað á hann. Fólkið kom higar á fund. Tiltiknir eru fólkafundirnir á Gøtueiði, harið nýyrktir sangir vóru sungnir. Landið sum fyrr ikki hevði verið fyri meiri at rokna enn eitt veiðilendi, var bráðliga vorið móðurlandi sum sungið varð um - og tosað. Sum sagt verður í sálminum, - móðurin, ið enntá, breiðir blik á barnið sítt, tá ið tað umsíður legst í mold.
Vinnan tekur dyk á seg. Nýggjar leiðir verða gingnar. Skip og virkir grógva upp úr lógvunum á vanligum monnum. Sporstreingjarar við øðiligum áræði skipa fyri. Og sjálvandi hevði hetta avleiðingar. Men stríðsmálini gjørdust ongantíð til viðvarðandi ósemjur, sum oyðiløgdu yvirskipaða homogenitetin hjá gøtumonnum. Og vøggan hjá hinum stolta Fiskimannafelagnum stóð eisini her. Kunoyingurin, Símun Pauli, hitt stóra andsmennið, andaligi strugglarin, varð oddviti har og ein av frontsoldátunum í tjóðskaparstríði føroyinga. Tá ið hann bað um at síggja akturnar í Louis Zachariassen-sakini, bleiv hann eitt slag av persona non grata hjá danska yvirvaldinum, tí sum tað stendur í Tingakrossi hin 15. September 1915: ?____.Det eneste der kom ud af denne henvendelse var, at Kunoy året efter blev fritaget for sine pligter til at spille paa Orgelharmoniet i Gøte Kirke, samt til om forlanges, at udføre Degnetjeneste i samme Kirke.? Omma mín, úti í Grógv, plagdi at siga mær frá, at Gamli-Lærari sum Kunoy varð kallaður, gekk hús úr húsi, og bað um undirskriftir, fyri at fáa foreldranna samtykkið um, at hann kundi læra børnini føroyskt. Frálæran var á trappusteininum við Gamla Skúla, - tá ið hetta ikki kundi gerast inni í danska skúlanum, sum tá ráddi og hevði alt vald í Føroyum.
Alt spektrið hevur
flutt seg rætta vegin
Hetta vóru Føroyar fyri lítið meiri enn 90 árum síðani. Og síðani hevur tað, fyri tað nógva, gingið framá. Í Føroyum og í Gøtu. Ikki av donskum trælapengum, men av egnari megi. Tjóðskaparstríðið hevur kvinka allar politiskar flokkar, alt spektrið, hin rætta vegin. Allir vilja standa á egnum beinum, - eisini politiskt. Føroyingar standa á einum vegamóti, harið avgerðir skula fella, antin hendanvegin ella handanvegin. Alt annað enn eitt framtak verður eitt antiklimaks, sum eingin kann liva við. Líggjas Bóndi niðri við Hús, skrivaði í bløðunum fyri seinra heimskríggj soleiðis: ?Mót øllum hesum órætti er tað, at føroyingar nú taka seg saman til at vinna aftur tann rætt sum eitt og hvørt frítt og frælst fólk eigur; rættin til at liva í egnum landi sum føroyingar, og rættin til at standa í sambandi við onnur fólk enn tað danska.?
Og líta vit at framburðinum við teimum røttu brillunum, varnast vit dynamisku krefturnar, sum hava skapt hetta samfelagið, so skal man vera óluksáliga blindur, skal man ikki síggja møguleikarnar í einum stjálvstøðugum Føroyum. Bara hetta orðaskiftið frá vinnuráðstevnuni úr høvuðsstaðnum, - nú um dagarnar. Ljósár framman fyri tað vit vóru von við. Men ganga rættir. Óttast ikki avbjóðingarnar uttan úr heimi, - meiri enn neyðugt. Óttast ikki tíðarbundnan uppgang. Analysera og handla. Gløggir framherjar, ið gera vánirnar somikið størri, um eitt gott land at liva í, eisini eftir at skeytið til tær føroysku ognirnar er komið heimaftur. Og gøtumenn eru sum altíð fremstir við hermóti, og vinmaðurin, sum eg annars havi arvað frá Pól, morbróðuri, Martin í Grund, hann vaks upp heruppi, í trunkanum, ímillum Guttastovu, Dungan & fyri oman Oyrina, sigur seg at vita hví:
Hygg út yvir víkina, báran tykist sløtt,
Men tá brimið dunar har, tá er aldan brøtt.
Skoða so í brimgangin og styrk har tína sál,
Her fæst kraft og áræði til at vinna mál.
Eitt dømið um framburðin sóu vit ígjár. Svínoyggin er globaliserað. Um Gøta ikki er tað, so verður hon tað ivaleyst í næstu framtíð. Dagin fyri at hann gekk burtur fyri Borðoyarnesi, við ?Samognini?, saman við bróðurinum Dánjali og Peturi í Inniguttastovu, hin 13. Februar 1944, sendi langabbi í Guttastovu eitt hjúnabandsfjarrit norður til Gjáar. Soljóðandi. Til Pól Johannes og brúður hans, og systir Pól Jóhannes við brúðgómi hennara, ynskja vit ein lukkuligan og væleyðnaðan brúðleypsdag og av Harranum eina eyðnuríka framtíð! ? Nú sita tit glað við brúðleypsfest, og ikki fingu tit Pól Kristoffur í dag til gest, men aftur í heyst, tá tit einki vara, kunna tit rokna við at síggja ein stóran Gøtuskara. Undirskrivað Jóhanna og Pól Kristoffur. Maðurin átti tann fyrsta bilin í oynni og hevði ídag valla brúkt meiri enn ein góðan tíma norður haðar. Fyri 30 árum síðani mátti Oddfríður ígjøgnum støðina hjá Miu fyri at fáa fatur á Ólavi, morbróðuri. Nú sita synir hansara yviri á Fiskavirkinum og samskifta støðugt & beinleiðis við allan heimin. Øgiligar rembingar. Og tað ræður um at fylgja við, - at liggja á takinum.
Collins & Ginola til GÍ?
Eisini í ítróttinum. Ímorgin fara gøtumenn aftur á vøllin. Vónandi gongur tað betri enn seinasta sunnudag. Varð so argur av misnýttu møguleikunum, at eg illani fekk koyrt útaftur eftir síðu. Tíbetur møtti eg Atla hjá Odda á einum fólkafundi úti í Heiðunum, og hann royndi at sissa meg, og tá fekk eg spakuliga tamarhald á mær sjálvum aftur. Mest av tí, at eg veit, at hann er væl snarsintari enn hvatið eg eri. Nú hoyrist at stadionspeakarin, Jørgen Evald Solmunde, hevur ætlanir um at keypa miðvallargeneralin John Collins frá Everton og David Ginola frá Tottenham, um GÍ ikki vinnur á B36 ímorgin. Einasti trupulleikin er fínansieringin. Junglutrummurnar vilja tó verða við, at Dunga Jákup og aðrir góðir menn eru komnir uppí leikin. So, nú fáa vit at síggja hvussu leikur fer.
Til endans fer ein gamal gróðarmaður at ynskja tykkum eina framhaldandi góða jóansvøku. Hendan heiðna miðsummarfestin harið trøllkonur vóru brendar á báli. Seinri hildin sum føðingardagur hjá Jóhannusi Doypara. Og nú sum ein góð sosial samvera ímillum bygdafólkið, - sum eitt nú her í Gøtu. Hvussu alt fer at eyðnast, ja, tað er upp til ein og hvønn sjálvan. Sum Edvard Kardelj segði á sinni, næsti maður Tito, og fyrsti kommunisturin ið hevði dirvið til, at kalla hin reyða zarin, Jósup Stalin, fyri ein imperialist: ?Ongin statur, eingin politisk skipan tíansheldur nakar politiskur flokkur, kann gera menniskja eyðnuríkt. Tað er bara menniskja sjálvt, ið kann skapa sína egnu lukku. Tó ikki sum einstaklingar, men saman við øðrum menniskjum við javnrættindunum sum grundarlagi.?
Í innsiglingini til New York stendur frælsisguðinnan hjá Bartoldi, við reyðu, frygisku húgvuni. Rivin og skrødd, bróstini danda. Misbrúkt, neyðtikin og fjøtrað, men ongantíð kúgað. Syðrugøtupromenadan liggur líka órørd sum í mínum ungu døgum, og vónandi eiga føroyingar meiri enn eina spakalongd undir henni, tá ið vit aftur hittast her um eitt ár og sólin enn einaferð hevur lagt leiðina suðuryvir. Tíðirnar broytast, eisini her hjá okkum, so samfelagsrevsarin og kanski heimsins fremsti troubadørur, Bob Dylan, mundi ikki vera so heilt avmarsjeraður tá ið hann yrkti sangin The times they are a´changing.
Takk fyri at eg varð boðin higar ídag, og havi eina góða framtíð í sátt og semju og við áhaldandi framburði her í Gøtunum!
Glyvrum, 24. Juni 2000.
Tórbjørn Jacobsen