Munurin millum skattatrýstið í Føroyum og skattatrýstið í Danmark er tódnaður úr 11 prosentstigum niður í 5 prosentstig frá 2001 til 2008. Tað vísir nýggj greining frá Hagstovu Føroya.
Vanliga skattatrýstið er mátað sum allir skattir og øll avgjøld í mun til bruttotjóðarúrtøkuna, BTÚ. Hetta er at rokna skattirnar í mun til tær inntøkur, sum verða skaptar í Føroyum.
Rættaða skattatrýstið er mátað sum allir skattir og øll avgjøld í mun til tøku bruttotjóðarinntøkuna. Tøka bruttotjóðarinntøkan er BTÚ pluss donsku ríkisveitingina og pluss tær lønir og rentuinntøkur netto, sum føroyingar forvinna uttanlands. Hetta er at rokna skattir og avgjøld í mun til allar inntøkurnar í landinum.
Upp í skattirnar verða umframt lønarskattin eisini taldir vinnufelagsskattir, kapitalvinningsskattur, vegskattur og aðrir skattir. Upp í avgjøldini verða tald, umframt MVG og innflutningsgjøld, eisini skrásetingargjøld, ferðaavgjald og onnur avgjøld. Haraftrat koma sosial tryggingargjøld til ALS, AMEG, barsilsskipan og sjúkrakassa.
Nýggja greiningin hjá Hagstovuni vísir, at vanliga skattatrýstið hevur í miðal verið 46 prosent árini 2004 til 2008, meðan tað í Danmark hevur verið 49 prosent og í Íslandi 39 prosent.
Rættaða skattatrýstið hinvegin var í Danmark 50 prosent av tøku bruttotjóðarinntøkuni árini 2004 til 2008, meðan tað var 42 prosent bæði í Føroyum og í Íslandi.
- Men meðan rættaða skattatrýstið í Danmark er minkað eitt vet, er skattatrýstið í Føroyum javnt vaksið, meðan tað íslendska er vaksið øgiligt, staðfestir Hagstova Føroya.