Skattgjaldarin í Havn skal ikki sita eftir við rokningini

Skulu bilar koyra ígjøgnum Havnina við gróti til Runavíkar, verður tað ikki ókeypis, sigur býráðslimur

– Skattgjaldarin í Havn skal ikki sita eftir við rokningin. Tað sigur Bogi Andreasen, býráðslimur í Havn, og formaður í vinnunevndini í býráðnum.

Ein stór rúgva av gróti úr Sandoyartunnilin skal koyrast til Runavíkar, har tað skal brúkast til ymisk endamál. Útrokningar vísa, at tað eru einir 30.000 lastbilar av gróti, sum sostatt skulu koyra ígjøgnum havnargøtur á veg av Gomlurætt til Runavíkar.

Bogi Andreasen sigur, at hetta fer at slíta vegirnar so illa, at tað svarar til, at 10.000 persónbilar koyra á vegastrekkinum um samdøgrið í samfull 82 ár.

Hann sigur, at nú skal hetta málið viðgerast í býráðnum í Havn, og í fyrstu atløgu skal tað viðgerast í Teknisku nevnd.

 – Vit kunnu ikki bara lata tað fara aftur við borðinum, at 30.000 lastbilar skulu flyta grót ígjøgnum høvuðsstaðin, tá ið tað svarar til vegaslit á hesum vegastrekki frá 10.000 persónbilum um samdøgrið í 82 ár, sigur hann í kvøld.

– Til samanberingar kann nevnast, at nýggjastu ferðsluteljingarnar á Marknagilsvegnum framvið Glasi, vísa, at har koyra 10.000 persónbilar um samdøgrið.

– Grótflutningurin hevur við sær, at tunnilsfelagið sleppur av við grótið, samstundis sum at felagið eisini fær inntøkur burtur úr grótflutninginum ígjøgnum Eysturoyartunnilin. Og Runavíkar kommuna fær grótið lutfalsliga bíliga - men sum støðan sær út í løtuni, fáa havnarborgarar rokningina fyri vegaslitið.

– Einhvør kann siga sær sjálvum, at hetta verður ein risastór rokning fyri vegaslit, so hetta skal viðgerast býráðnum, sigur Bogi Andreasen.

– Í Tórshavnar kommunu hava vit longu frammanundan ábyrgdina av 6.000 lastbilum, sum skulu koyra grót oman í Álaker til nýggja bátahylin. Tað svarar til slit frá 10.000 persónbilum um samdøgrið í 16 ár.

– Men onkrir aðrir partar noyðast sjálvandi at vera við til at rinda rokningina fyri slitið frá teimum 30.000 lastbilunum, sum skulu flyta grót av Velbastað ígjøgnum høvuðsstaðin, og ígjøgnum nýggja Eysturoyartunnilin, sum eisini verður slitin upp, til Runavíkar, sigur Bogi Andreasen.

– Harumframt fer hesin umfatandi grótflutningurin at dálka illa og órógva ferðsluna í høvuðsstaðnum, so tað sigur seg sjálvt, at vit ikki bara kunnu standa og hyggja at.

Hetta skal skipast betur og ongantíð betri, um vit kundu flutt grótið sjóvegis, men tað fer at krevja heilt aðrar grótbátar, enn vit hava til taks í dag, leggur hann afturat.