Óli Jacobsen, formaður Føroya Fiskimannafelags og eisini limur av samgonguni, sigur í eini stuttari viðmerking við Sosialin, at hann er fyri, at arbeiðsrættur verður settur á stovn, men hann heldur kortini ikki hetta vera rætta leiðin at ganga.
Hann gevur eisini Kristiani Magnussen, landsstýrismanni í arbeiðaramálum rætt, tá hesin sigur, at um málið kanska ikki beinleiðis eigur at koma frá landsstýrismanninum, so eigur hann í øllum førum at vera við í viðgerðini.
Av tí sama væntar Óli Jacobsen ikki, at málið kemur so ógvuliga langt víðari enn til tingið í hesum umfari.
Óli Jacobsen vísir á, at fyri nøkrum árum síðani var ein nevnd sett at arbeiða júst við hesum málinum, og í hesari nevnd vóru umboð fyri allar parta á arbeiðsmarknaðinum. Av ymsum orsøkum steðgaði arbeiðið hjá hesari nevnd tó upp, og meiri spurdist ikki burturúr.
Allir partar við
Formaður FF?s heldur, at tað hevði verið eitt gott hugskot at tikið arbeiðið hjá hesari nevndini upp aftur, so partarnir á arbeiðsmarknaðinum sjálvir kundu verið við til at útarbeitt reglugerðir og rætningslinjur hjá einum arbeiðsrætti.
Óli Jacobsen væntar, at verður ikki gjørt á henda hátt, verður eisini sera trupult at fáa ein arbeiðsrætt yvirhøvur, og ógjørligt at fáa ein, ið allir partar kunnu taka undir við.