Mótmæli
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum, hevur ikki stórvegis hug at viðmerkja útsøgnina hjá Svenning av Lofti um vantandi játtan til tey sálarsjúku
Hann heldur ikki tað er rætt at samanbera játtanina til menningarhjálp við játtanina til sálarsjúk. Hans Pauli vísir á, at í føroyska samfelagnum eru tað nógvir bólkar, sum áttu at havt størri játtan, og nevnir millum annað tey menningartarnaðu og giktsjúku.
Landsstýrismaðurin vísir á, at hóast ein bólkur fær økt sína játtan, so er tað ikki tað sama sum at tann bólkurin stjelur frá øðrum bólkum.
-Tað vil altíð vera viljin til at bøta um støðuna, sum er tann týdningarmesti. Viljan at bøta um støðuna hjá teimum sálarsjúku, havi eg einki at finnast at, sigur Hans Pauli Strøm í stuttari viðmerking.