Tað er skeivt at hækka leigugjaldið á trøðum, heldur Heðin Mortensen, sum ikki verður við, tá uppskotið verður lagt fyri Tórshavnar Býráð í kvøld, tí hann er inhabilur. Í kvøld skal Tórshavnar Býráð taka støðu til eitt uppskot um at hækka leiguna av trøðum úr 10 oyrum upp á 25 oyru fermeturin í fyrsta umfari og upp á 50 oyru um nøkur ár.
Borgarstjórin í Havn heldur lítið um uppskotið.
- Tað er í lagi, at man hækkar alt við rímiligheit, men hetta gjaldið er alt ov høgt, sigur Heðin Mortensen við Rás 2.
Sjálvur verður hann ikki í salinum, tá uppskotið verður viðgjørt. Orsøkin er, at hann sjálvur leigar eina trøð í Havnardali og tí er inhabilur í málinum.
Eitt argument fyri at hækka leiguna á trøðum í Havn hevur verið, at bátagjaldið er hækkað nógv. Men tað argumentið keypir Heðin Mortensen ikki.
- Tað er ein munur á, tí bátagjaldið hevur eina ávísa tænastu við sær. Millum annða fært tú eina bátabrúgv og viðlíkahald av henni og elektrisitet, vatn og ljós á havnarøkinum, sigur Heðin Mortensen.
- Tekur tú traðirnar, so fært tú einki.Tú fært eina trøð, sum tú sjálvur skalt hegna; tað er ikki loyvi at fáa hvørki vatn ella elektrisitet inn á trøðina, og viðlíkahaldið sjálvt má hvør einstakur leigari standa fyri. Tí kostar tað munandi meir at hava eina trøð enn eitt bátapláss,sigur Heðin Mortensen við Rás 2.
Formaðurin í Traðarmannafelagnum, Hjørleif Kúrberg, er alt annað enn fegin um uppskotið.
Býráðið átti ístaðin at leiga fleiri traðir út, helt hann.
Hesum er borgarstjórin samdur í.
- Vit hava longu býtt nakrar trøðir í tvey. Og vit arbeiða við at gera fleiri traðir klárar, lovar Heðin Mortensen.